Skal vera tryggari at liggja við kei í Hvalba

Nú verður farið undir eitt umfatandi arbeiðið at dýpa havnina í Hvalba. Arbeiðið væntast at kosta einar fýra milliónir

Mánadagin verður væntandi farið undir arbeiðið at dýpa havnina í Hvalba.

Arbeiðið fer at vara í nakrar mánaðir og tað fer helst at kosta einar fýra milliónir krónur.

Tað er byggifelagið J&K Petersen, sum skal gera arbeiðið.

Tað er nakað síðani, at Borarin úr Skopum kom suður. Hann hevur ligið við bryggju í Havn síðani, men arbeiðið at dýpa havnina byrjar ikki fyrrenn nú, eftir at summarfrítíðin er av.

? Ætlanin er at dýpa tað mesta av havnina niður á sjey metrar á miðal vatni, sigur Niels Jacob Thomsen, bygdaráðslimur í Hvalba.

Í bygdaráðnum er tað serliga hann, sum hevur arbeitt við málinum, og hann sigur, at hetta verður ein stórur bati, bæði hjá skipum, hjá sjómonnum og hjá flakavirkinum, øll hava so ómetaligan stóran týdning fyri kommununa

Í løtuni er havnin fimm metrar djúp á miðal vatni, so ætlanin er at dýpa hana tveir metrar.

Annars er grivið niður á hellu, men hon skal nú spreingjast burtur, men afturfyri verður tað so neyðugt at spenna upp undir aftur bryggjukantin.


Sera tvørligt

Niels Jacob Thomsen sigur, at tað hevur í nógv ár verið eitt ynski, at havnin varð gjørd djúpari.

?Tað hevur verið sera tvørligt, at hon hevur verið so grunn.

?Tað er bert í hendinga góðum líkindum, at tveir bátar kunnu liggja við bryggju ísenn, og tá skulu teir ikki vera ov stórir heldur.

Annars kunnu tveir bátar liggja uttan á hvørjum øðrum, men tað er heldur ikki tann besta loysnin.

?Skulu fleiri bátar, hevur tað tískil verið neyðugt at flyta bátarnar, so hvørt, teir hava aveitt,

? Annars hevur manningin verið noydd at flyta bátin, tá ið liðugt er at avreiða. Oftast verður farið á Tvøroyri at leggja teir.

? Men hetta er eitt sera óhøgligt hjá manningunum og stjelur nógva frítíð frá teimum. Og tað er óheppið, tí teir hava fáar frídagar frammanundan.

Niels Jacob Thomsen sigur, at tað hevur eisini kostað nógv arbeiði á flakavirkinum, at havnin hevur verið so grunn.

?Flakavirkið hevur ikki kunnað keypt tann fisk, teir hava viljað keypt, tí havnin er so grunn, at nógvir av teimum størru skipunum hætta sær ikki at leggja at.

?Annars hevur tað ikki verið óvanligt, at bátarnir hava lagt fiskin upp á Tvøroyri, og so er hann blivin koyrdur norður til flakavirkið í Hvalba.

? Men so skal tann virkaði fiskurin aftur koyrast upp á Tvøroyri, tá ið hann skal avskipast.

Hann sigur, at hetta hevur verið sera kostnaðarmikið hjá flakavirkinum og hevur gjørt teirra kappingarstøðu verri.

? Tá ið Havnin er gjørd djúpari, kunnu trý skip liggja við bryggju ísenn.

? Og verður tann seinasti parturin av havnini eisini gjørdur djúpari, kunnu fýra bátar liggja við bryggju ísenn.

? Men tað verður ikki í hesum umfari, sigur Niels Jacob Thomsen.í eina viku havt vitjan av nógv umtalaða amerikanaranum John Purcell, sum hevur givið unga jazzbólkinum nógvan íblástur.

Um vikuskiftið høvdu tey konsert bæði í Losjuni í Gøtu og á Meiarínum í Havn, og mikukvøldið settu tey punktum fyri hesuferð við framførsluni í konsertsalinum.

Saman við John Purcell fara limirnir í bólkinum Ivory inn í tónleikin og inn í seg sjálvan, meðan tey spæla. Hetta ger framførsluna intima, og tað passar seg nú einaferð best í eitt sindur intimum umhvørvi.


Ivory í skeivum umhvørvi

Eftir bæði at hava upplivað framførsluna á Meiarínum sunnukvøldið og framførsluna á Jazzfestivalinum mikukvøldið er niðurstøðan, at tað var synd at flyta Ivory úr Klingruni inn í konsertsalin.

Ein stórur, høgur og upplýstur pallur hóskar ikki til bólkin, tí tað hendir ikki rættiliga nakað undir framførsluni annað enn tað, ið kemur úr hátalarunum.

Tónleikurin var sera góður, og bólkurin er nakað heilt fyri seg. Við at fara so djúpt inn í tónleikin, at tað næstan gerst til eitt slag av tilbiðan, koma tey fram til innarligar improvisatiónir, ið megna at røra við rættiliga nógvar streingir innan í áhoyrarunum.

Men hjá mongum bleiv framførslan ov long, kanska serliga hjá teimum, ið sótu so langt frá pallinum at tey ikki fingu intimitetin við. Tí fóru nógv fólk úr salinum ímóti endanum av framførsluni.

Hevði Ivory ístaðin sloppið at spælt í Klingruni, høvdu bæði tónleikarar og áhoyrarar fingið meira burturúr.