Um eina viku fer Hondbóltssambandið til Íslands við tilsamans 80 fólkum.
Talan er um nýtt samstarv við íslendingar um úrvarlsarbeiðið, og tí skulu føroysku og íslendsku úrvalsliðini í U14 og U16 hjá bæði gentum og dreingjum spæla nakrar dystir.
Umframt tey fýra úrvalsliðini, fara nevndarlimir og aðrir venjarar hjá HSF við, tí ætlanin við ferðini eisini er at kunna seg um, hvussu hondbólturin verður skipaður í Íslandi - bæði á landsliðsstigi og í felagsarbeiði.
Men fyrst og fremst snýr ferðin seg um úrvalsliðini, og har er Flemming Oliver Jensen høvuðsvenjari, við ymsum hjálparvenjarum aftur at sær til tey ymsu liðini.
Hann vísir á týdningin av, at byrjað verður tíðliga við menningini av ungu hondbóltsspælarunum, og at hetta arbeiðið eisini heldur fram og ikki bara er eitt upplop:
Hilmar Jan Hansen hevur tosað við Flemming Oliver Jensen - bæði til Rás 2 og til grein í Sosialinum í gjár. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni í fullari longd.