Skal vera pláss fyri bæði fiski og olju

-Tað má vera pláss fyri báðum vinnum, men fyrilit má takast fyri fiskivinnuni, tí henni koma vit at liva av víðari. Soleiðis sum tað er lagt upp higartil við oljuvinnu, so er fyrilit tikið til fiskivinnuna segði Jørgen Niclassen, landsstýrismaður á tingi

Eisini fiskimálaráðharrin, Jørgen Niclassen tók orðið undir viðgerðini av útbjóðingini til oljuleiting á tingi í farnu viku. Hann ásannaði, at oljuvinnan fór at ávirka fiskivinnuna, men vit máttu royna at gera hesa ávirkan so lítla sum gjørligt. Hann vísti á, at tað er týdningarmikið, at oljuteigarnir nerva fiskivinnuøkini sum sum minst.

Hann metti, at tað verður neyvan meira enn ein triðingur av tí øki, sum nú er bjóðað út, ið verður tilluttað til leiting. Tí verður økið, hugsa vit um fiskivinnuna, minni ávirkað enn tað, sum framgongur av uppskotinum.

Talan er um eitt øki, sum gongur frá 250 metra dýpi út á 1400 metrar, men mest sannlíkt er, at boringarnar verða úti á 1000 metra dýpi. Veiðan eftir botnfiski fer fram á dýpi minni enn 500 metrar, og tí eru avleiðingarnar á tann fiskiskapin lítlar ella ongar, um borað verður djúpri. Somuleiðis kemur boringin ikki at hava stórvegis ávirkan á útróðurin. Fyri uppisjóvarfiskasløgini kemur tað at nerva nakað, men ikki verður tað munandi. Leitiðskeiðið verður bert einar 60 dagar ella so. Ávirkanin verður tí so lítil sum hon kann helt landsstýrismaðurin, sum metti tað vera neyðugt við upplýsing og samstarvi, tí vit skulu liva av fiskivinnu eftir at oljan er uppi.

-Tað má vera pláss fyri báðum vinnum, men fyrilit má takast fyri fiskivinnuni, tí henni koma vit at liva av víðari. Soleiðis sum tað er lagt upp higartil við olju-vinnu, so er fyrilit tikið til fiskivinnuna. Sjálvandi ávirkar tað fiskiskapin, men í hesum føri so lítið sum tað kann. Jørgen Niclassen vónaði, at Vinnunevndin kundi semjast um hetta frálíka uppskotið, sum hann málbar seg.