Skal vera lættari at fáa eykalutir til bilin

Tey, sum eiga bil í Føroyum, skulu kunna fáa allar upplýsingar um bilin á internetinum

Tað eigur at verða lættari hjá teimum, sum eiga bil, at fáa fatur á eykalutum.

 

Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri

 

Tú spyr hann nú, Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, hví tað ikki ber til hjá føroyingum at fáa allar upplýsingarnar um ein bil á internetinum, akkurát sum tað ber til í okkara grannalondum.

  

 Í Føroyum er tað bara bilasølan, ið umboðar eitt ávíst slag av bilum, sum fær atgongd til upplýsingarnar um bilin.

 

Men skal ein bileigari keypa eykalutir, er tað rættiliga tvørligt, og vandin fyri at keypa skeivan eykalut er størri, tí bileigarin kann ikki fara á internetið og fáa allar upplýsingarnar um bilin, bara við at tøppa nummarplátuna inn.

 

Kári P. Højgaard vísir á, at fyri tveimum árum síðani segði Johan Dahl, sum tá var landsstýrismaður, at hann hevði tikið stig til at loysa málið, men meiri er ikki hent og tí spyr hann einaferð afturat, hvat málið liggur.