Skal verða tryggari hjá hósvíkingum

Í løtuni arbeiða tey hjá landsverki við eini ætlan, at gera tað tryggari hjá hósvíkingum at sleppa av bygdini og aftur til bygdina.

Arbeitt verður at skipa soleiðis fyri, at gerast skulu tvær breytir til vinstrasnaringar í bygdini - eina til sjálva bygdina og hina til havnarlagið.

Í hesum sambandi verður steðgiplássið hjá Bygdaleiðum broytt, soleiðis at vegamótið inn í bygdina verður greiðari skipað.

- Higartil er øll breiðkingin í niðaru síðu á teirri fyrstu kanaliseringini gjørd, og verður í dag brúkt sum umkoyringarbreyt, upplýsir landsverk.

Sagt verður, at í ár er ætlanin at flyta busslumman, soleiðis at hann verður meinlíkur honum í Streymnesi.

Sambært heimasíðuni hjá landsverki er prosjekteringin í gongd í løtuni til hesa ætlan, ið skal verða liðug seinni í ár. Kostnaðurin er mettur til 0,6 mió krónur.