Miðflokkurin hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta rúsdrekkalógina, so at tað verður bannað at hava nektardans, ella striptease, á støðum við skeinkiloyvi.
Og tað skal vera loyvishavarin, sum hevur ábyrgdina av, at forboðið verður hildið. Miðflokkurin sigur, at uppskotið er knýtt at einum vinnuligum sjónarmiði, og tí verður hetta krøkt upp í rúsdrekkalógina, heldur enn upp í revsilógina.
Flokkurin heldur, at forboðið kemur at fevna vítt, tá tað verður knýtt at øllum støðum, ið hava ella fáa eitt skeinkiloyvi.
- Nektardansur fevnir um alt slag av erotiskum dansi, beinleiðis og óbeinleiðis, har tann dansandi letur seg úr klæðunum og verður løntur ella fær aðra samsýning afturfyri, sigur Miðflokkurin.
Flokkurin sigur, at grundleggjandi ynskið við uppskotinum er ein roynd at steðga tí ringrás av misnýtslu, sum hjá flestu teirra, sum taka lut í nektardansi, byrjaði í barnaárum og sum náðileyst vísir seg at enda í skøkjulevnaði.
- Talan er sostatt um eitt átak at verja ein veikan bólk, sum miskunnarleyst verður drigin longri og longri niður í ta eyðmýkt, sum tvingað søla av kroppinum er, sigur Miðflokkurin.