Skal verða ein týðandi partur av miðbýnum í Havn

BYGGING: Hóast ætlanin er at byggja stóra bygningin, sum kanska fer at eita Skálaborg, á parkeringsplássinum á Skálatrøð, so verða ikki færri parkeringspláss á staðnum av teirri orsøk

Fyrireikararnir siga, at teir hava uppskot um at brúka økið øðrvísi, og at bilar lutvíst kunnu parkera undir bygninginum. Í dag eru 169 parkeringsbásar á Skálatrøð, tá húsið er liðugt, verða 183, siga teir.
? Vit eru sjálvandi greiðir yvir, at at tílíkt hús fer at økja munandi um parkeringstørvin, og tí er tað, at vit bjóða okkum til at hjálpa kommununi við at finna aðrar parkeringsloysnir í býnum, sigur Mortan Carlsen.
Í ætlanin siga teir, at parkeringstørvurin kann loysast við parkering undir jørð inn frá berginum á Kongabrúnni (Krákusteini) og í Álakeri, eins og við nýggjum parkeringsplássi í brekkuni í J. Patursonargøtu og Yviri við Strond.
Økið á Skálatrøð er millum Rættará og Vágsbotn. Tað er umgyrt vestanfyri av fabrikkini hjá Østrøm og timburhandlinum hjá Valdemar Lützen. Móti norði er stórt grótbrot og vestanfyri eru smiðjurnar og bygningar í ymiskum sniði. Sunnanfyri eru bátabrúgvarnar.
Uppskotið fevnir um at gera ein bygning í seks hæddum, sum skal rúma eldraíbúðum, øðrum íbúðum og øðrum virksemi, so sum smáhandlum, matstovum o. s. fr.
Hugsandi er, at tríggjar tær ovastu hæddirnar verða brúktar til íbúðir, ein partur til eldraíbúðir. Tvær verða nýttar til skrivstovu, og niðasta hæddin verður til handlar, matstovur o. s.fr. Endaliga býtið av hesum er ikki greitt enn, siga fyrireikararnir.
? Kring økið er í dag bygging í fjølbroyttum skapi og litum, og tað liggur sum ein varði frá farnari tíð. Hetta økið, sum liggur á fyrstu parkett, kann tykjast sum ein gloymdur blettur mitt í býarmyndini, siga teir.
Tí halda teir, at teir við hesum bygninginum skapa ein bygning, sum fyriheldur seg neutralt til verandi bygging og skal framtrína sum ein skulpturur, ið byggilistarliga og í tilfari umboðar nútíðar bygging.
Bygningurin er í seks hæddum, rundur í skapi við hallandi síðum og verður settur mitt á Skálatrøð og verður sjonligur frá stórum parti av býnum, frá sjónum verður hann at daga upp í býarmyndini sum landmark.
Miðan í bygninginum verður runt rúm ? ein rotunda ? hetta er forhøllin í bygninginum, sum ongur upp gjøgnum allar hæddirnar og her atkoma frá svalum tl bæði íbúðir, skrivstovur og annað virksemi.
Miðrúmið er eitt innilokað útirúm, sum hevur glastgak, sum gevur sera gott dagsljós.
Í hesum høga rúmi ber til at seta upp stórar skulpturar, hangandi glasmyndir og annað til prýðis, og eisini er ætlanin at virksemi av serligum slag í býnum kann fara fram her, eitt nú listaframsýningar, tónleikarframførslur, sjónleikur o. s. fr.
? Vit kunnu siga, at bygningurin við hesum verður ein partur av miðbýarvirkseminum í Havn, sigur Albert Isfeld, arkitektur.