Skal verða bannað at skeinkja rúsdrekka tá halgidagar eru

Løgtingslimur heldur eisini, at allur ítróttur skal verða bannaður fyri klokkan tvey sunnudag

Tað fer einki av okkum, um vit halda frið í nakrar dagar um árið. Tað halda fleiri løgtingslimir. Teir taka ikki undir við uppskotinum, Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt fyri løgtingið um tann partin av halgidagslógini, sum noktar fyri skeinking og dansi eftir á midnátt kvøldini upp undir halgidagar.

 

Men, nakrir løgtingslimir eru ikki samdir í, at tað skal vera loyvt at skeinkja hvønn dag í árinum. Teir løgtingslimirnir eru Jacob Vestergaard, Joen Magnus Rasmussen, Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri og Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum.

 

Teir hava nú lagt uppskot fyri løgtingið um at støð við skeinkiloyvi skulu ikki hava loyvi at skeinkja rúsdrekka skírisdag frá klokkan 18 til langa fríggjadag klokkan 18. Tey skulu heldur ikki hava loyvi at skeinkja páskaaftan aftan á klokkan 18 og heldur ikki hvítusunnuaftan aftan á klokkan 18, og heldur ikki jólaaftan eftir klokkan 18. Hinvegin skal tað  ikki verða loyvt at skeinkja jóladag, páskadag og hvítusunnudag yvirhøvur.

 

Hetta skal verða galdandi fyri øll almenn støð, sum hava skeinkiloyvi, og sostatt skulu matstovur heldur ikki sleppa at skeinkja aftur við mati hesar tíðirnar.

 

– Tær stóru kristiligu høgtíðirnar hava í øldir havt alstóran týdning fyri føroyingar, og tað er gamal siður at halda frið hesar høgtíðsdagar, siga uppskotsstillararnir.

 

Teir halda, at hetta vísir, hvussu stóran týdning kristindómurin hevur fyri føroysku tjóðina, og teir halda, at ein gudsóttandi tjóð eigur ikki at skeinkja rúsdrekka altíð. Tey halda eisini, at tað er til gagns fyri sál og sinn at at binda frið onkuntíð.

 

Jógvan á Lakjuni heldur eisini, at tað eigur at verða bannað at hava ítróttarkappingar fyri klokkan 14 sunnudag, tí hann heldur, at vit eiga at binda frið í kirkjutíð.