Skal umskapast til eitt vakurt stað

Ánirnar: Slagorðið "Reinur og fríður, Klaksvíkar býur" skal nú standa sína roynd á ruskplássinum á Grønabóli.

Her sluppu fólk áður av við ruskið, men tað steðgaði, tá IRF tók yvir innsavningina.

Í dag er økið ein ótespilig sjón: Órudd, inventar, rør, trol og slíkt sum fólk hava tveitt frá sær. Á økinum standa eisini nakrar goymslubingjur, men sum ikki verða brúktar.

- Næsta ár koma nógv ferðamannaskip til Ánirnar. Og tí kunnu vit ikki lata hetta økið síggja soleiðis út sum tað ger í dag, sigur Atli S. Justinussen, formaður í Havna- og Vinnunevndini.

Fyrsta stigið at umskapa Grønaból til eitt snøgt øki, verður tikið í næstum. Ætlanin er at rudda økið, fyri ella uttan eigarans rokning, um nakar eigari finst.

Fleiri smærri fyritøkur hava leigumál til bingjur her, men verða tær fluttar í grótbrotið á Strond.

- Her skal gerast eitt øki, har tær kunnu hava sína goymslu. Hetta verður eitt gott øki, lovar Atli S. Justinussen.



myndatekstur


KAMPING

Enn er støða ikki tikin til, hvat gerast skal á Grønabóli. Sjálvur kundi Atli S. Justinussen hugsað sær, at brúkt ein part av økinum til kampingpláss og sum eitt hugnalig stað til ferðafólk. - Men enn er eingin avgerð tikin um tað, sigur hann