Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur nú sett nýggja Vísindasiðseminevnd.
Hon tekur við á nýggjárinum.
Sjey limir eru í nevndini og tey trý av teimum antin granska, ella hava granskað, í heilsu.
Tey eru vald eftir tilmæli frá Læknafelag Føroya.
Fýra av limunum eru leikfólk og nevndin skipar seg við formanni og næstformanni.
Limirnir í Vísindasiðseminevnd Føroya eru: - Jens Andreasen, deildarlækni og granskari - Shahin Gaini, yvirlækni og granskari - Ann Østerø, depilsleiðari á Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum - Armgarð Arge, cand. theol og tíðindakvinna - Oluf Færø, cand. scient. - Halgir Winther Poulsen, cand. jur., advokatur - Gunvør á Norði, postdoc.
Varalimir eru: - Katrin Danielsen, kommunulækni - Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur og cand. scient. san. - Kári Purkhús, lívfrøðingur -Marita Debes Magnussen, medisinskur mikrobiologur
Lógin sigur, at áðrenn farið verður undir eina heilsuvísindaliga granskingarverkætlan, sum fevnir um menniskju ella menniskjaligt lívfrøði, eitt nú vevnað ella ílegur, skal verkætlanin góðkennast av serligari nevnd, sum ber heitið Vísindasiðseminevndin.
Endamálið er at tryggja, at verkætlanir innan heilsugransking, verða framdar vísindasiðsemiliga ráðiligt.
Atlit til rættindi og trygd hjá teimum, ið luttaka í granskingarverkætlanum, eru altíð týdningarmiklari, enn vísindalig áhugamál fyri at skapa møguleikar fyri menning av nýggjari vitan.
- Skipanin við vísindasiðseminevndum er tí týdningarmikil fyri menningina av heilsugransking í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.
|