John Johannessen
Fólkatingsevndin, ið skal fylgja ríkisrættarligu samráðingunum millum donksu stjórnina og Føroya landsstýri, fór til verka gjáramorgunin klokkan tíggju. Nevnin er mannað við 21 limum úr ymsu flokkunum á fólkatingi.
Peter Duetoft úr Centrum-Demokratunum, sum er formaður í nevndini, heldur, at nevnin kann tryggja ein samráðingaranda, ið er betur enn tann, vit upplivdu undir fyrsta samráðingarfundinum 17.mars.
Tað var eftir spurnarorðaskiftið á fólkatingi um ríkisrættarligu støðu Føroya, at tað varð samtykt at seta eina fólkatingsnevnd at fylgja samráðingunum. Nevndin skal vera eitt slag av ráðgeva hjá stjórnini bæði áðrenn og eftir samráðingarfundirnar við landsstýrið. Umframt hetta skal nevndin eisini syrgja fyri, at stjórnin ikki ger nakað undir samráðingunum, sum hon ikki hevur meiriluta fyri í Fólkatinginum.
Teir 21 limirnir, ið manna nevndina eru: Jan Petersen frá Sosialdemokratunum, Pernille Blach Hansen frá Sosialdemokratunum, Dorte Bennedsen frá Sosialdemokratunum, Per Kaalund frá Sosialdemokratunum, Hans-Pavia Rosing, Jens Lunde frá Socialitisk Folkeparti, Aage Frandsen frá Socialistisk Folkeparti, Peter Duetoft frá Centrum-Demokratunum, Elisabeth Arnold frá Radikale Venstre, Jette Gottlieb frá Eindarlistanum, Anders Fogh Rasmussen frá Vinstra, Ulla Tønnes frá Vinstra, Christian Mejdahl frá Vinstra, Pia Larsen frá Vinstra, Bendt Bendtsen frá Koservative Folkeparti, Per Stig Møller frá Konservativ Folkeparti, Pia Kjærsgaard frá Dansk Folkeparti, Peter Skaarup frá Dansk Folkeparti, Jan Sjursen frá Kristelig Folkeparti og at enda Kirsten Jacobsen frá Frihed 2000.










