Skal tryggja eitt reint umhvørvi og eina reina natúru

Nú er fyrsta stigið tikið til at orða ein føroyskan umhvørvispolitikk

Nú er fyrsta stigið tikið til at orða ein føroyskan umhvørvispolitikk.

Tað er Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum, sum hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera eina frágreiðing um føroyska natúru og umhvørvið í Føroyum.

Frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum skal verða grundarlagið undir einum aðalorðaskifti í løgtinginum um umhvørvismál. Aðalorðaskiftið skal verða, áðrenn næstu Ólavsøku.

Aftaná tað orðaskiftið, verður farið undir at orða ein ítøkiligan, føroyskan umhvørvispolitikk og at gera broytingar í umhvørvislógini.

Arbeiðsbólkurin fer til verka beint aftaná summarfrítíðina og frágreiðingin skal vera liðug tíðliga í komandi ári.

Limirnir í arbeiðsbólkinum eru: Jacob Pauli Joensen á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum er formaður, Dorete Bloch frá Yvirfriðingarnevndini, Kate Sanderson á Løgmansskrivstovuni, Jógvan K. Mørkøre, formaður í Føroya Kommunufelag og Poul Andrias Joensen frá Kommunusamskipan Føroya.

Skrivari hjá arbeiðsbólkinum er Rókur Tummasarson, fulltrúi í Oljumálastýrinum.

Arbeiðssetningurin hjá bólkinum er at lýsa støðuna á umhvørvis- og natúruverndarøkinum. Hetta skal gerast við støði í umsitingini sum er, og í galdandi lóggávu.

Somuleiðis skal arbeiðsbólkurin viðgera og vísa á, hvør tørvur er á broytingum á hesum øki.

Og í triðja lagi skal bólkurin seta fram hugskot um, hvørjar loysnir kunnu nýtast til at fremja tær tilmæltu broytingarnar í verki.

Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum sigur, at í arbeiði sínum skal bólkurin leggja dent á, at greina marknaøki og umskaringar innan lóggávuna, sum viðvíkur umhvørvis- og natúruvernd í breiðari merking.

Somuleiðis skal dentur leggjast á at lýsa altjóða rákið á økinum og støðu Føroya.

Og at enda skal abeiðsbólkurin leggja dent á at finna loysnir, sum í minst møguligan mun økja um umsitingina á økinum, men sum kortini í mest møguligan mun tryggja eitt reint umhvørvi og varðveitslu av eini fjølbroyttari natúru, sigur Oljumálastýrið.mhvørvi, har tónleikur hevur staðið í blóma. Clickhaze er komin saman aftur í summar og hevur gjørt nakað av nýggjum tilfari. Tónleikararnir eru meiri og minni kendir úr ymsum tónleikabólkum, sum Ivory, Visible Fish og Mary Gold.

Bólkurin gjørdist kendur við Prix Føroyar Kappingini í fjør, tó at nýggja tilfarið er meiri melodiøst hesuferð, siga tey úr Clickhaze. Á konsertini fer Clickhaze at spæla bæði nýtt og gamalt tilfar.

Clickhaze eru: Petur Jensen og Eivør Pállsdóttir, sang; Jón Tyril og Bogi á Lakjuni, guitar; Jens Thomsen, bass og Høgni Lisberg, trummur.


Tangz

Hesin bólkurin spældi seg heilt uppá ovastu rók, í Prix Føroyar kappingini í

fjør. Sjálvt um ein ikki hevur hoyrt so nógv til bólkin ta síðstu tíðina, eru Tangz í gongd allatíðina við venjingum. Bólkurin heldur seg til ein rokk-tónastíl, sum verður kryddaður við tøkniljóðum frá Dánjali á Neystabø, ið situr við ljómborðið. Tónleikurin er rættiliga egin, og løgini við føroyskum orðum,rigga heilt væl.

Nýtt tilfar er á skránni til konsertina hóskvøldið, bólkurin fer eisini at

spæla okkurt meiri kent ?cover lag?.

Bólkurin er mannaður við: Rókur Jakobsen, sang; Hallur Johannessen, bass; Rói Christiansen, guitar; Halgir Arge, trummur; Dánjal Dam á Neystabø, ljómborð.


All That Rain

All That Rain er næstan tann sami bólkurin sum Kjølar var tað. Teir hava spælt nógv til dans og konsert ta síðstu tíðina. Bólkurin fer næstsíðst á pallin. Teir fara at spæla nøkur kend løg frá Kjølar, men eisini nakað av

nýggjum tilfarið verður at hoyra.

All That Rain eru teir tríggir: Jens T. Næss, sang og bass; Henning

Nicodemussen, trummur og Jens Marni guitar.


Adj - sound er farið til verka

Um fimm tíðina í gjár fóru teknikkarnir hjá Adj- sound til verka.

-Vit fara at gera okkara til at hetta skal verða ein góð konsert, sigur Petur Jacobsen frá Adj ? sound. Vit hava seks teknikkar til arbeiðis, og teir arbeiða inntil konsertin er klár. Petur Jacobsen , sigur viðari at hetta er tað størsta anleggið, sum hevur staði uppi í Føroyum. Eini 130.000 W kunnu koma út gjøgnum hátalararnar. Hetta er somikið nógv, at anleggið kann samanberast við tey sum verða brúkt til Grøn Konsert í Danmark.

Vit fara ikki at brúka øll wattini, sigur ein smílandi Petur Jacobsen. Vit hugsa eisini um grannarnar, men teir kunnu rokna tó við at hoyra okkurt, tí hetta verður ikki ein spakulig konsert, leggur Petur Jacobsen afturat.rti av heiminum, hevur vælferðarmenningin í Norðurlondum verið nógv størri enn aðra staðni. Tað haldi eg fyrst og fremst stavar frá betraðu møguleikunum hjá øllum at útbúgva seg. Tíðarrákið ber við sær, at eisini skúlin skal privatiserast. Hetta rákið er eisini so smátt farið at festa røtur í Føroyum. Men harfyri skal tann almenni fólkaskúlin til eina og hvørja tíð vera eitt eins gott tilboð til landsins ungdómar sum alt annað. Fólkaskúlin skal vera hvørvisteinurin, har ungdómarnir hvessa sær vitið og samstundis bráðpannan, har felagsskapurin verður styrktur.

Samgonguskjalið sigur, at møguleiki skal vera fyri frí? og eftirskúlum?

? Lógin um eftirskúlar er longu samtykt. Frískúlarnar prioriteri eg ikki høgt. Samfelagið er so litið, at tað illa tolir, at børnini kanska av átrúnaðarligum og politiskum orsøkum verða spjadd fyri allar vindar. Tað kann gerast ein hóttan fyri framtíðar føroyska samleikan.

Fróðskaparsetrið og granskingini sigur nýggi landsstýrismaðurin seg hava stóran áhuga fyri:

? Tá eg hoyri tveir av okkara fremstu vinnulívsmonnum ? Meinhard Jacobsen og Egil Olsen ? tosa um, at um vit granskaðu, so kundu vit rokkið einum milliarda útflutningsvirði bara burturúr høvdum og hinum, sum nú fer til slógv ella tað, sum verður trampað út gjøgnum lensiportrini, so ógvist eg. Hetta kann ein landsstýrismaður í granskingarmálum ikki lata fara atfur við borðinum. Eg havi talst millum teirra, sum hava mett gransking at vera tað, at originalar sita undir onkrari vaðing og fáast við gomul og gulna pappír, men har havi eg verið púra skeivur. Tað er alneyðugt at granska, og tað almenna eigur at stuðla tí. Alt granskingarumhvørvið skal ikki vera í høvuðsstaðnum. Deplarnir kring landið eru góðir, men tað skal samskipast við Fróðskaparsetrið.

Tórbjørn Jacobsen var limur í grundlógarnevndini, tá hann var tingmaður. Nú skal hann sum landsstýrismaður vera eykalimur:

? Í grundlógarnevndini varð tosað um, at eitt juridiskt umhvørvi átti at verið á Fróðskaparsetrinum. Tí taki eg undir við av fullum huga.


Landsstýrismaðurin og politikarar

Prátið er liðugt. Tíðin fer at vísa, hvat eftirmæli nýggi landsstýrismaðurin fer at fáa frá føroyska mentunarlívinum. Og tíðin fer at vísa, hvussu leikluturin sum semjusøkjandi ráðharri, sum samstundis ætlar sær at brúka heimildirnar hjá ráðharranum, fer at hóva Tórbirni Jacobsen.

Teir í tinginum, sum siga seg vera vinstravendar, plagdu at kasta Torbirni fyri, at hann var ultra høgravendur, og teir í hinum borðinum plagdu at siga, at hann var ytstur á vinstra veinginum.

Hvar ert tú at finna í politiska spektrinum?

? Politiskar hugsjónir eru góðar, men tær hava forkomið mongum politikara. Piet Hein tók eina ferð til, at ideologi er en erstatning for tænkning, og tað er nógv í hasum. Tú hevur nøkur grundsjónarmið, men skal nytta fáast burturúr teimum, so skulu tey lagast og mýkjast til tann veruleikan, sum tú livir og andar í.

Hvørjar eru tínar fyrimyndir sum politikarar?

? Mær dámar væl at lesa og hoyra um politikarar. Skal eg nevna fýra, sum mær hevur dámt væl, so er ein teirra okkara egni Atli Dam. Hann hevði veldug arbeiðsevni, hann hevði eitt ótrúligt innlit, og so dámdi mær stak væl, at hann var tað, sum danir kalla en handlingernes mand. Ein annar er Nikita Krutsjev, sum var sovjetiskur leiðari og royndi at gera upp við Stalin tíðina. Hann fall, tá Bresnev og aðrir frá Stalinsa tíð komu aftur. Krutsjev hevði stutt fjús, og hann var ikki bangin fyri at siga og gera tað, sum hann meinti og vildi. Fyrrverandi ísraelski verjumálaráðharrin og uttanríkisráðharrin og generalurin Moshe Dayan er tann triðji. Hann hevði so væl skipaði viðurskifti á ráðharrastovuni, og var harvið so tryggur við sítt politiska bakland, at at hann til eina og hvørja tíð sum gamal generalur kundi fara út á hermótið at verja móðurlandsins áhugamál, tá mest stóð á.

Og so var ein eftir?

? Hann er ein tann, sum mær hevur dámt kanska best at lesa um. Bevin var autentiskur proletariatur. Hann var leysingarbarn úr Bristol í Onglandi. Mamman doyði, tá hann var tólv ára gamal. Hann gjørdist dokkarbeiðari, kom inn í fakfelagsrørsluna, gjørdist arbeiðsmálaráðharri undir krígnum og endaði sum uttanríkisráðharri hjá Clement Attlee. Tað var ikki so lítið í bretska imperinum. Tað sigst, at hann sat í einari evarska lítlari skrivstovu. Í 1948 komu ísraelar, sum eg sjálvur haldi nógv av, til hansara at biðja um stuðul. Ensku stjórnini líkaði einki, at ísrealar proklameraðu sín egna stat. Tað er tiltikið, hvussu øðin spann í Bevin, tá hann kendi, at teir royndu at trýsa hann. Tað er eisini tiltikið, tá hann undir samráðingum við russarar í London eftir kríggið korporliga leyp á uttanríkisráðharran Molotvo. Høvdu trygdarvørarnir ikki verið so snarir í vendingini, so hevði annar teirra kanska ligið eftir á. Hetta vísir, at hann persónliga legði alt í.

Kennir tú teg sjálvan í honum?

? Tú kanst ikki renna undan samleikanum. Tað, sum eg haldi var so fasinerandi við honum, var, at hann stríddi seg upp úr ongum, og at hann ikki gloymdi ella royndi at fjala, hvør hann var, og hvagani hann kom.

Fert tú at ganga í skrúðgongu í føroyskum kløðum?

? Ja, og eg gleði meg at halda fyrstu ólavsøkuna í 30 ár. Bæði politiksa partin og alla ólavsøkuna sum hon er.