Trump talar í ST
Stjórnarleiðarar bíða í spenningi eftir fyrstu taluni hjá Donald Trump, forseta í USA, til generalforsamlingina í ST seinnapartin.
Sum forsetavalevni var Donald Trump sera atfinningarsamur móti ST, og okkurt bendir á, at hann ikki hevur broytt meining stórvegis. Í eini stuttari talu í gjár segði hann, at hann helt ikki, at ST hevði livað upp til sítt potentiali sum organisatión.
- Meiri handling, minni bureaukrati, segði hann sambært VG.no.
Nakrir spurningar, sum stjórnarleiðarar bíða eftir at fáa svar upp á, er hvussu Amerika Fyrst-politikkurin hjá Donald Trump fer at ávirka ST. Hvat ætlar hann at gera við nógvum altjóða kreppurnar í heiminum? Í hvønn mun stuðlar hann virkseminum hjá ST sum heild? Og ikki minst, hvat heldur Donald Trump um París-avtaluna, er USA við ella ikki?
Emmanuel Macron, franski forsetin, luttekur eisini fyri fyrstu ferð og væntandi fara talurnar hjá teimum báðum at vera púra ymiskar, tí Emmanuel Macron hevur altíð talað fyri sterkum altjóða samstarvi, serliga í avbjóðingunum sum veðurlagsbroytingarnar hava við sær.
Hetta er eisini fyrsti ST-fundur hjá nýggja aðalskrivaranum í ST, António Guterres, sum tók við um ársskiftið.
Donald Trump hevur áður boðað frá, at ST má minka sum stovnur og spara pening, men nú hevur hann ført fram, at hann longu hevur sæð broytingar á rættari leið.










