Fyrsta dagin letur eitt nýtt virki upp í Leirvík.
Tað er eitt virkið, sum á meiri enn ein hátt brýtur upp úr nýggjum í føroyskum vinnulívið.
Talan er um eitt virki, sum skal taka ímóti fiskalivur til bræðingar.
Tað eru feðgarnir, Jógvan og Eirikur á Húsamørk, sum standa aftanfyri ætlanina.
Men teir byrja ikki heilt á berum.
Tí í eini fýra ár hava teir havt lýsivirki í Gøtu.
Men virksemið í Gøtu var at meta sum ein royndartíð.
Har vóru heldur ikki møguleikar at halda fram, um vit skuldu byggja út.
So nú royndartíðin er av, halda vit, at tíðin er búgvið at fara undir eitt størri virki í Leirvík, sigur Jógvan á Húsamørk.
Tað er eisini ein spurningur um at varðveita marknaðin.
Vit hava nú verið úti av marknaðinum í tvey ár og vit halda, at tað er umráðandi at fáa gongd á virkið aftur fyri ikki at missa marknaðin
Byrjað heilt skjótt
Hann sigur, at so skjótt, sum livurin verður betri aftur, fer virkið at taka ímóti.
Nú beint eftir gýtingina, er livurin onki verd.
Men upsalivurin fer at vera góð aftur longu í næsta mánaða og so fara vit at taka ímóti.
Og toskalivurin fer eisini heilt skjótt at verða nóg góð.
Jógvan á Húsamørk sigur, at tá á virkinum verður livurin fyrst dampað, síðani fer hon í ?dekantaran³ teir nevna, tað er eitt tól, sum tekur kroturnar burturúr.
At enda fer livurin í eina sentrifugu, sum skilur vatnið burturúr lýsinum, og so verður lýsið kølt aftur, og vatnið fer burtur.
Og tað gongur skjótt fyri seg á einum lýsivirki nú á døgum.
Jógvan Á Húsamørk sigur, at tað gongur bara eitt korter frá frá tí at livurin fer í kókaran, til lýsið er kølt aftur.
Jógvan Á Húsamørk sigur, at virkið hevur framleiðsluorku til at bræða alla livur, sum er í øllum tí fiski, sum verður fiskaður undir Føroyum.
Men fyri okkum er tað meiri ein spurningur um, hvussu stóra framleiðslu, marknaðurin ber.
Sjálvur heldur stigtakarin til nýggja lýsivirkið, at tað skuldi borið væl til at sloppið av eini 500 tons av lýsi um árið.
Úrtøkan av livrini er umleið 50%, so skal virkið selja 500 tons av lýsi um árið skal virkið fáa eini 1.000 tons av livur.
Og tað nøgdina av livur kunnu vit taka ímóti, sigur hann.
Og tað nøgdina væntar hann heldur ikki, at tað verða nakrir sum helst trupulleikar av at fáa fatur á.
Royndirnar úr Gøtu siga okkum so mikið, at tað tað liggur væl fyri at fáa fiskimenn at taka livrina, um teir fáa nakað fyri hana.
Framleiðsluorkan á virkinum er stór, teir kunnu bræða eini tvey tons um tíman.
Hann sigur, at lýsið verður selt til Noregs, har tað verður enn meiri viðgjørt.
Síðani verður tað latið í fløsku, ella koyrt í smá hylki til fólk at taka.
Stigtakararnir til nýggja lýsivirkið ivast ikki í, at tað fer at bera til at fáa fiskimenn at taka livrina.
Men tað er sjálvandi treytað av, at prísurin er hampiligur.
Og tað halda teir, at hann er.
Vit kunnu gjalda 1,50 kr. í hondina fyri kilo av livur.
Eftir eini nýggjari lóg, sum løgtingið hevur samtykt, er hendan upphædd skattafrí.
Harafturat átaka vit okkum eisini allar útreiðslur, sum standast av at lata okkum livrina, t.d. flutningin.
Ætlanin er nevniliga at taka ímóti livur úur øllum landinum.
Verður livurin latin í plastposar og ísað væl, heldur hon sær væl ein heilan ísfiskatúr, sigur Jógvan Á Húsamørk.
Fáa avlopshitan
Nýggja lýsivirki er eisini nýskapandi í aðrar mátar.
Og tað er, at virkið fær avlopshitan frá brennistøðini hjá IRF.
Hetta er helst fyrsta virkið, sum brúkar avlopshitan frá einum øðrum virki.
Feðgarnir á Húsamørk siga, at teir hava fingið eina avtalu við IRF sum teir eru serstakliga væl nøgdir við, uttan at teir tó vilja siga, hvat teir fáa orkuna fyri.
Teir siga, at teir vóna, at teir fáa góða undirtøku frá fiskimonnum, so at hendan binnan ikki dettur niðurfyri aftur.
Tað halda teir hevði verið spell, nú teir hava fingið ein hampiligan marknað fyri lýsinum -og so fer livurin ikki fyri skeytið.
Annars er tað ein gomul vinna í Føroyum at bræða lýsi. Fyrr høvdu nógv føroysk virki eitt lysivirkið afturat. men tað datt niðurfyri aftur í fimti og sekstiárunum tá ið granskarar funnu útav at gera lýsi burturúr úr ymsum evnum.
Men í seinastuni hevur hendan vinnan vundið eitt sindur uppá seg aftur, tí hitt kann vera gott, men onki er tó so gott sum tað nátúrliga lýsi.
Fyribils er tað bara at kalla húskið hjá stigtakarunum, sum, sum arbeiðir á nýggja lýsivirkinum.
Men verður nógv at gera. verður kanska neyðugt at seta fleiri fólk.










