Skal svara hvat hon vil við føðistovuni

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, skal í morgin greiða løgtinginum fyri hvørjar ætlanir hon hevur við føðideildini í Suðuroyar Sjúkrahús.


Tað er greitt, aftaná at Jacob Vestergaard hevur sett henni ein munnligan fyrispurning um hvørji stig hon ætlar at taka, so føðideildin aftur kann verða ein virkin partur av Suðuroyar Sjúkrahúsi?


Í viðmerkingunum til fyrispurningin skrivar løgtingsmaðurin, at hóast boðini um at føðideildin varð stongd, kom sum ein skelkur fyri suðuroyingar, so vórðu fólk samd um, at tað ikki bar til.


- Flest øll vóru tó samd um, at hetta læt seg ikki gera, og tí máttu stig takast, so kvinnur í Suðuroynni framhaldandi kunnu eiga síni børn á Suðuroyar Sjúkrahúsi.


Tann viljin hevur tó ikki givið nakað úrslit, og nú eftirlýsir løgtingsmaðurin nú eitt svar frá landsstýriskvinnuni.


- Tað eru gjørd nógv álit um føroyska sjúkrahúsverkið, og landsstýriskvinnan hevur sett fleiri arbeiðsbólkar at gera enn fleiri álit um tað sama. Samstundis valdar óvissa um, hvat hendir við føðideildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.


- Vit hava einki hoyrt um, hvørjar ætlanir landsstýriskvinnan hevur hesum viðvíkjandi, tí hesin fyrispurningurin, skrivar løgtingsmaðurin.