Skal stýra ríkum stati í stórari neyð

Hevði Kalifornia verið eitt sjálvsstøðugt land, hevði Arnold Schwarzenegger verið sjálvskrivaður við fundarborðið hjá heimsins ríkastu londum. Men superstaturin er í stórari kreppu

Tað er ikki ein vanligur amerikanskur guvernørstólur, sum Arnold Schwarzenegger er komin at sita í. Bruttu"tjóðar"framleiðslan í statinum er 1,4 billiónir dollarar (1,4 milliónir milliónir dollarar). Tað ger, at Kalifornia er tann fimtastørsta búskapareindin í heiminum. Hann er eisini tann størsta búskapareindin í USA og harafturat landsins týdningarmesti landbúnaðarstatur.

Men so er eisini alt tað góða sagt um Kalifornia, tí búskapurin í statinum er í svárari kreppu. Í fjør hevði staturin eitt hall upp á 38 milliardir dollarar ella 7.000 krónur fyri hvønn einasta av teimum 35 milliónum íbúgvunum.

Í sjey ár var framburður í búskapinum, men seinastu trý árini hevur tað gingið hinvegin. Tað er hesari gongdini, Arnold Schwarzenegger skal venda. The Terminator fær tí úr at gera.