Skal sita varðhaldsfongslaður niðri

Ungi maðurin, sum herfyri stakk ein eldri mann í miðbýnum í Havn, er fluttur niður í Vestre fængsel at sita í varðhaldi. Tað váttar Hildur Hentze, kanningarleiðari á løgreglustøðini í Havn, fyri Miðlahúsinum.

 

Orsøkin er, at varðhaldið í Mjørkadali ikki metir seg ført fyri at taka sær av manninum, sum áður hevur verið hóttandi og harðligur móti starvsfólki upp í Mjørkadali.

 

Maðurin varð tí førdur niður til Danmarkar at sita varðhaldsfongslaður, eftir at Føroya rættur hevði játtað, at hann skuldi sita varðhaldsfongslaður í tvær vikur.

 

Les eisini: Knívmálið - noktaði seg sekan

 

Mikudagin varð hann so heintaður niðri frá, tí at varðhaldsfongslingin var liðug, men løgreglan hevði biðið rættin um at leingja hana. Rætturin eftirlíkaði umbønini, men hesaferð varð varðhaldsfongslingin longd upp í fýra vikur.

 

Linda Margrethe Hesselberg, varafúti, sigur, at ætlanin er, at málið skal liðugt viðgerast, tá tær fýra vikurnar eru av. Hon sigur, at tað einans verður bíðað eftir svarið upp á nakrar royndir, sum vóru sendar niður til kanningar.

 

Maðurin verður tí førdur niður aftur til Vestre fængsel seinnapartin í dag.

 

Hann er skuldsettur fyri at hava skorið ein eldri mann um skøvningarnar. Sjálvur vil ungi maðurin vera við, at talan var um sjálvverju.