Skal ósin í Kollafirði neyðtakast?

FNU mótmælur ætlanir hjá Tórshavnar Býráð um, at gera bingjuhavn og atløgupláss til Norrønu inni á botni í Kollafirði. Atløguøkið kann gerast úti á Sperm og økið við ósan eigur aftur at gerast til eina náttúruperlu.

Føroya Náttúruverndarfelag, FNU
v/Erling Simonsen
?????
Herfyri greiddi Tórshavnar Býráð frá ætlanum um, at gera bingjuhavn inni á botni í Kollafirði og at gera atløgupláss til Norrønu innast í tronganum, at nýta í stormi og illveðri. Grundgevingin var, at tað var ómakaleysari enn at halda seg til avtaluna við kollfirðingar um, at gera havnalag uttari á fjørðinum, har sum hvalastøðin var.
Fyri nøkrum árum síðani løgdu kollfirðingar sunnaru síðu av til ídnaðarøki og hava síðan fylt so nógv út bæði sunnanfyri og norðan fyri at tað misprýður grefliga. Fólk í Kollafirði og aðrastaðni eru nú farin at harmast hvussu økið støðugt forferst, og nú Tórshavnar Býráð ætlar at broyta ídnaðarøkið til havnaøkið eru tað fleiri í mæla frá, at byggja meiri út har, tí tá fer ósin og umhvørvið á Oyrareingjum heilt fyri skeytið.
Føroya Náttúruverndar-felag mælur til, at hildi verður fast við, at nýggja havnalagið á Signabø verður úti á Sperm. Har er fjørðurin rúmur og lætt verður at leggja at hjá stórum skipum sum Norrønu. Kanska er norðursíðan, har nýggju virkini liggja, eisini ein atløgumøguleiki hjá Norrønu.
Føroya Náttúruverndarfelag vil eisini mæla til, at ídnaðarøkið verður broytt, t.d. hevði hjálpt væl, um útnyrðingshornið í útfyllingini bleiv tikið burturaftur. Reglur eiga at setast so ídnaðarøkið ikki kemur at misprýða ov mikið.

Ósin kundi verðið ein náttúruperla
Ósin í Kollafirði er áhugaverdur. Serliga er tað fuglalívið, sum fjálgar um bæði summar og vetur. Væl av sílum og laksi er eisini, og tað kann fjølgast, um áirnar verða røktar og hildnar reinar. Gróðurin í ósanum er sermerktur og eigur at kannast nærri. Økið niðan fyri vegin um ósan er misrøkt og er mest eitt runudýki, men lætt má vera at gera økið til eitt satt prýði.
Føroya Náttúruverndarfelag heitur á Tórshavna Býráð um, at seta ein býararkitekt, ein plantufrøðing og onkran afturat at skipa fyri at hampa um økið. Tað sum gróðursett verður má tola nógvan vind. Um rætt verður atborið, kann fáast eitt frálíkt frítíðarøki við ósan.

Ósin í Kollafirði og Klaksvík sama søga
Tann ófantaliga útfyllingin í Kollafirði er tíverri ikki eindømi. Hygg hvat er hent við bátanestunum inni á Strondum, við nýliga framdu útfyllingini innast í Klaksvík og aðrastaðni har fjøra og onnur sermerkt náttúruøkir eru løgd undir heilt ella skemd !
Hesi dømi kunnu sigast at vera prógv um, at friðingarviðgerðin als ikki fer fram í samsvar við ætlanina við náttúrufriðingarlógini, og tí má øll viðgerð broytast og lóggávan dagførast samstundis við, at gjørd verður ein landsætlan fyri, hvørji økið skulu verj-ast, og hvussu broytingar kunnu fremjast.
Tórshavnar Býráð átti at verið so at sær komið, at tað ikki gongur á odda við illa umhugsaðum lappaloysnum fyri løtuvinning.