Skal samskipa NTM-arbeiðið í Europa

Eftir at hava verið í tænastu sum trúboðarar hjá New Tribes Mission (NTM) á Filipsoyggjunum, bíða nú nýggjar uppgávur eftir hjúnunum Liz og Ragnar Niclasen í Europa.

Frá mars mánaði 2008 verður uppgávan hjá Ragnari at styrkja samskiftið og samstarvið arbeiðið millum tey londini sum senda NTM-trúboðarar út. Millum hesi londini eru Føroyar.
- Vón okkara er, at tað í framtíðini verða uppaftur fleiri lond í Europa sum fara at senda trúboðarar til ónáddar ættarbólkar, siga Liz og Ragnar Niclasen.