Skal samskipa GEM-verkætlan

.

Atlanticon hevur sett Dávid Reinert Hansen í starv at samskipa GEM-verkætlanir. Hann tók við starvinum 1. apríl. Dávid Reinert Hansen er civilverkfrøðingur og hevur frammanundan verið deildarleiðari hjá Landsverkfrøðinginum. Eisini hevur hann arbeitt hjá Landsbyggifelagnum.

Uppgáva hansara er at standa fyri umsitingardeplinum, ið, vegna GEM-luttakararnar, skal gera sáttmálar fyri kanningararbeiðini, sum skulu gerast í sambandi við einstøku verkætlanirnar.

Millum uppgávurnar verður eisini at vísa á føroysk feløg og stovnar, sum kunnu hugsast at vera før fyri at luttaka í kanningunum, og at leiðbeina hesi um arbeiði, ið tey taka upp á seg at gera.

GEM-verkætlanirnar, ið 23 oljufeløg samstarva um, hava sum endamál at savna upplýsingar og at gera kanningar av økinum rundan um Føroyar, við atliti til geoteknik, umhvørvi, veður, streym og aldur.