Tað tók Robin Clementsen 35 og ein hálvan tíma at renna teinin av Viðareiði til Sumbiar, men tað fer at taka munandi longri tíð at renna og ganga tann 3.466 kilometra langa teinin úr Skagen til Gibraltar.
Hugskotið kom so líðandi, tá hann í vár í 3-2 segði, at næsta avbjóðingin fó at verða at renna tvørtur um Jútland.
- Eg segði ikki tá, hvønn veg eg fór at renna, og síðani er hugskotið komið at renna úr Skagen til týska markið. Men so hugsaði eg, hví steðga har, um eg annars eri væl fyri. Tí havi eg sett mær sum mál at renna og ganga allan vegin til Gibraltar, sigur Robin Clementsen.
Ferðin byrjar 14. mars næsta ár og Robin Clementsen roknar við, at tað fer at taka 12 vikur at koma leiðina fram.
Hann hevur tryggjað sær ein sonevndan rennivogn, har hann hevur eitt lítið tjald, sum hann skal sova í á vegnum.
- Eg vænti at tað fer at taka eina viku at renna gjøgnum Danmark, og so fari eg væntanti at hvíla einar tveir dagar, áðrenn eg haldi leiðina fram gjøgnum Týskland, Sveits, Frakland, Spania/Portugal inn í Gibraltar, sigur Robin Clementsen.
Robin Clementsen venur miðvíst og rennur í meðal 52 kilometrar um dagin fimm dagar um vikuna. Eisini hevur hann fyrireikað seg til ferðina við serliga proteinríkum kosti.
Tað er við vilja, at ferðin verður løgd so tíðliga á árinum, tí eg kenni, hvussu hitin er út á summarið har niðri móti Miðalhavinum, sigur Robin Clementsen.











