Skal proppurin aftur setast í fløskuna?

Annika Olsen má velja: Hon kann røkja áhugamálini hjá føroyskum vinnulívi - ella hon kann lata Javnaðarflokkin steingja føroyska arbeiðsmarknaðin

Sosialdemokratiskir flokkar eru ofta tiknir til gísla av fakfeløgum. Søguliga, fíggjarliga og persónliga tilknýtið hevur verið so sterkt, at floksleiðslurnar rætt og slætt ikki hava torað at gingið ímóti fakfelagsleiðslunum.
Men tað er broytt nógvastaðni. Í Bretlandi var tað sjálvur Labour-flokkurin sum loysti seg úr haftinum, og í Danmark var tað fakfelagsrørslan, sum minkaði munandi um stuðulin til sosialdemokratarnar. Tað hevur gagnað flokkunum at sleppa úr hesum bindingum, tí fakfeløg hava nú einaferð eina aðra uppgávu enn politiskir flokkar.
Í Føroyum hava hesar bindingar ikki verið so formaliseraðar og sterkar sum aðrastaðni, men tann politiska bindingin hevur stundum verið sterk - og skaðilig.
Og tað er hon aftur í dag. CHE-samgongan fekk skipað so fyri, at arbeiðsmegi úr ES sleppur smidliga til Føroya. Hetta var alneyðugt, tí føroyski arbeiðsmarknaðurin var tann mest afturlatni í Europa - til stóran bága fyri føroysk virki.
Men eitt mark varð sett á, so skipanin bara er galdandi, um arbeiðsloysið er minni enn 3,5%. Hetta er eitt vitleyst krav, tí sjálvandi kunnu virki tørva skikkaði arbeiðsmegi, fyri tað um 3,5 av 100 føroyingum ikki hava starv.
Javnaðarflokkurin kravdi, at markið var sett inn - eftir trýsti frá Føroya Arbeiðarafelag. Og Tjóðveldi slakaði, tí tað hastaði at fáa skipanina setta í verk.
Annika má velja
Arbeiðsloysi í Føroyum er ikki høgt í dag - men hægri enn 3,5%. Og tí skal skipanin nú setast úr gildi aftur.
Aftur er tað FA sum streingir á uttantings - og Javnaðarflokkurin innantings.
Men á tingi er stórur meiriluti fyri, at markið skal takast av. Problemið er, aftur nú, at Javnaðarflokkurin er í samgongu.
Men tað er ikki rætt, at ein einstakur flokkur sleppur at blokkera fyri eini skilagóðari loysn, sum meirilutin á tingi ynskir.
Annika Olsen má velja, um hon vil lata Javnaðarflokkin stýra einsamallan - ella um hon vil røkja áhugamálini hjá føroyskum vinnulívi og fremja tann politiska viljan.
Velur hon tað seinna, leggur hon fram eitt uppskot um, at 3,5% markið skal takast av.