Skal nú í rættin fyri at hava dripið Birnu Brjánsdóttir

Í Íslandi vænta tey at vera liðug við rættarmálið, áðrenn dómstólarnir fara í summarfrí juli

Seinnapartin í dag verður málið um mannin, sum er ákærdur fyri at hava dripið 20 ára gomlu íslendsku kvinnuna, Birnu Brjánsdóttir, lagt fyri rættin í Íslandi.

 

Íslendska kringvarpið sigur, at hetta er tann fyrsti fundurin, har málið verður lagt fram, men at tey vóna, at ein úrskurður fyriliggur, áðrenn dómsvaldið fer í summarfrí í juli.

 

Birna brjánsdóttir varð funnin deyð í mølini eftir umfatandi leiting í eina viku og síðani er ein maður ákærdur fyri at hava tikið hana av døgum.

 

Hann hevur alla tíðina noktað seg sekan, men síðani hann varð handtikin stutt eftir at Birna Brjánsdóttir hvarv, er fleiri ferðir komin fram, at løgreglan hevur fullgóð prógv fyri tíð, sum er farið fram.

 

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava roynt at smugla 23,4 kilo av hassji til Grønlands við grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, sum hann var við.

 

Tað hevur hann játtað seg sekan í.