Suðuroyarsiglingin
Nú sleppur Løgtingið eisini at siga sína hugan um ætlanin at byggja nýtt skip til suðuroyarsiglingina.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, legði mikudagin uppskot fyri tingið um at byggja nýtt suðuroyarskip.
Talan er um eina verklagsog, har hann biðjur um tingsins heimild til at skriva undir byggisáttmála um skipið.
Eftir uppskotinum skal skipið kosta í mesta lagi 305 milliónir krónur at byggja. Hetta er upphæddin, sum Knud E. Hansen, ið hevur projekterað skipið, metir, at tað fer at kosta, verður tað bygt í Evropa, Verður tað bygt í Asia, verður tað mett at verða 40-50 milliónir bíligari.
Bjarni Djurholm sigur, at endamálið við lógini er fyrst og fremst at geva Løgtinginum so stórt innlit í málið sum gjørligt og at tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð, áðrenn avgerðin um at fremja verkætlanina verður tikin.
Men í øðrum lagi er tað ásett í játtanarskipanini, at tá ið talan er um størri verkløg , ið ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið. Sambært játtanarskipanini er neyðugt við serstakari lóg um byggingina, um landsstýrismaðurin skal kunna gera avtalur, sum hava við sær byggiútreiðslur í komandi fíggjarárum eisini.
Verður verklagslógin samtykt uttan seinkingar, er tíðarætlanin frameftir annars tann, at byggisáttmáli um nýtt suðuroyarskip verður undirskrivaður um ársskiftið. Síðani verður kjølurin strektur næsta summar og á sumri, ella heysti 2004 verður ferjan liðug at taka í nýtslu.
Ótíðarhóskandi
Í uppskotinum, sum er lagt fyri tingið, hevur landsstýrismaðurin lagt eina rúgvu av upplýsingum, fyri at geva tinglimum innlit í málið.
Men um orsøkina til, at tað er neyðugt at byggja nýtt skip, verður m.a. sagt, at Smyril, sum nú er, er 32 ára gamal. Hann er uppslitin og av tí sama óálitandi tí hann hevur so nógv brek og av tí sama eisini dýrur í viðlíkahaldi.
Men hartil er hann ov lítil. Hetta hevur m.a. við sær, at akfør oftari standa eftir. Somuleiðis er tað sera trongligt á akfarsdekkinum, og hetta er óheppið fyri trygdina hjá teimum ferðandi, sum noyðast at ganga í land og umborð eftir akfarsdekkinum, serliga á Drelnesi.
Ein annar dagligur trupulleiki er hæddin á akfarsdekkinum, sum er ov lág til nýggjasta standardin av trailaralastum.
? Í hesum sambandi kann upplýsast, at Strandferðslan hevur brúkt stórar upphæddir til umvælingar og endurgjøld til skaddar lastir, og fleiri flutningsfeløg noyðast at senda flutningin á ein hátt, sum krevur meira tíð og pening til av- og áskipan, stendur í uppskotinum










