Teir næstu seks mánaðarnar skal amerikanska rúmdarfarið "Deep Impact" ferðast meiri enn 431 milliónir kilometrar út ígjøgnum rúmdina, og gongst eftir ætlan, skal farið spreingja eina lægd í kometina Tempel 1 sjálvan 4. juli, sum eru amerikanskur tjóðardagur.
Einki spreingievni er umborð á "Deep Impact", men rúmdarfarið og komet-in hava so nógva ferð, tá tey bresta saman, at tað er ikki neyðugt at brúka spreingievni, sigur NASA, sum hevur roknað út, at lægdin á kometini verður so mikið stór, at hon kundi hýst Coloseum í Rom.
Kometin Tempel 1 er 14 kilometrar long og níggju kilometrar breið og er av steini og ísi. Amerikonsku vísindafólkini halda, at kometin kann siga eitt sindur um upprunan til okkara sólskipan.
Men ferðin hevur eisini eitt annað endamál. Í mong ár hava vísindafólk tosað um, hvat skal gerast, um ein komet fær beina kós ímóti Jørðini. Samanbresturin ímillum "Deep Im-pact" og Tempel 1 kann geva eina ábending, um tað ber til at beina eina komet burtur frá Jørðini.










