Føroyska landsliðið hevur júst spælt sína vánaligasta dyst í nýggjari tíð og tapti 6-0 fyri Eysturríki. Hevur Lars Olsen skyldina?
Uttan geist og trúgv upp á tingini blivu føroysku spælararnir spældir av Ernst Happel leikvøllinum í kvøld. Teir virkaðu óupplagdir og illa skipaðir. Lítið, um nakað, riggaði og sigurin kundi verið størri.
Avrikið er nakað so langt sum vit kunnu koma frá bragdinum í Landskorna, tá Føroyar vann 1-0 fyrsta altjóða landsdystinum.
So hvør er orsøkin til stóra tapið í kvøld?
1) Er tað landsliðsvenjarin, Lars Olsen, sum ikki megnar at seta spælararnar upp og seta liðið?
2) Eru okkara spælarar bara ov vánaligir og vit mugu liva við ósigrinum?
3) Er tað FSF, fyri at játta at spæla í mars mánaði uttan at vit hava ein innandura fótbóltshøll?
4) Skulu vit krevja meiri av okkara fótbóltsspælarum?
Ella er torsøkin onkur heilt onnur? Hvat heldur tú?
Vit samla nakrar av orsøkunum, sum tit halda eru fyri stórtapinum fyri Eysturríki í kvøld.