Skal kirkjan liggja?

Móð­­ur­­mál­s­­vin­urin Abs­a­lon Absa­lon­sen spyr, sum nýggja kirkj­an á Argjum skal liggja. Hann skrivar soleiðis:

Eg veit ikki um om­an­fyr­istandandi spurn­ingur hevur við bygg­­i­frøði ella mál­­frøði at gera.
Dúg­­liga hevur verið kjak­­ast í fjølmiðlunum um nýggja kirkju á Argj­­um í seinastuni.
Ósemja hevur tikið seg upp um, hvar kirkjan skal liggja. Onkur meinti her og annar har, men ein var sera avgjørdur og segði, at fram við ánni skal eingin kirkja liggja.
Eg skal ikki leggja meg út í hatta kjakið, men um argjafólk fáa nýggja kirkju, so ynski eg teimum eina kirkju, sum stendur og kemur at standa, um so bæði fjølmiðlafólk og býráðspolittikarar vilja hava hana at liggja.
Hetta er ein keðilig málspilla, sum hevur tikið seg upp. Onkur málfrøðingur átti langt síðani at havt tala at.
ì Danmark liggja bæði hús og borgir og alt annað við, men í Føroyum hava hús og bygningar staðið í øllum veðri og allar tíðir, men nú skal alt leggjast á liðina.
Onkur segði, at Hotel Hafnia liggur á Áarvegnum, tá svaraði ein annar, at so man tað vera nýliga rapað, tað stóð uppi ígjár.