Granskingarráðið hevur játtað felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar 274.064 krónur í stuðuli til verkætlanina: “Sálarheilsan hjá føroyskum miðnámsskúlanæmingum”.
Súsanna Skaale er verkætlanarleiðari og Annika H. Davidsen er fakligur vegleiðari. Tær eru báðar í hálvum starvi sum sálarfrøðingar hjá Sernámi við ábyrgd av miðnámsskúlaøkinum. Felagið kemur at standa fyri arbeiðinum, sum fer at verða gjørt í samstarvi við Sernám og við loyvi frá avvarðandi myndugleikum.
Felagið sigur m.a. soleiðis um verkætlanina:
- Vit vita lítið um sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómum. Tær fáu kanningar, ið hava verið gjørdar á økinum, vísa tó, at børn og ung stríðast sálarliga eins og børn og ung í okkara grannalondum, skrivar felagið.
Norðurlendsk gransking vísir, at sálarligar avbjóðingar eru ein av orsøkunum til, at ung gevast við miðnámsútbúgvingini, enda uttan fyri arbeiðsmarknaðin og fáa varandi sálarligar trupulleikar.
- Sálarheilsa og sálarligur trivnaður hevur avgerandi ávirkan á, um ung fólk megna at fullføra eina miðnámsskúlaútbúgving. Tað, sum tykist vera serliga galdandi í Føroyum, er, at long tíð gongur, áðrenn tey ungu fáa hjálp, og tá er tørvurin á viðgerð størri, enn um tey fingu hjálp fyrr. Tí hevur fyribyrgjandi arbeiði av ymsum slag avgerandi týdning á hesum øki – fyrst og fremst fyri einstaklingin og tey, ið varða av, men eisini fyri at minka um tær samfelagsligu útreiðslur, ið standast av sálarligum trupulleikum. Fortreytin fyri at kunna fremja neyðugu átøkini fyri føroyska ungdómin er tó, at vit hava álítandi vitan um júst sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómi.
Ætlanin við kanningini er at savna nøkur tøl, sum kunnu lýsa sálarheilsuna hjá føroyskum ungum.
- Sum nú er, eru eingi tøl, ið lýsa sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómum, og vit hava bert útlendsk hagtøl at samanbera okkum við. Tað er umráðandi at fáa til vega føroysk hagtøl, soleiðis at miðvís átøk kunnu setast í verk fyri at hjálpa teimum ungu. Verkætlanin fer at vísa, hvussu føroyskir miðnámsskúlanæmingar trívast sálarliga, og um serlig øki ella skúlar í landinum, kyns- ella aldursbólkar eru serliga útsett.
- Verkætlanin fer at enda við eini skrivligari frágreiðing og einum tilmæli grundað á úrslitini, m.a. um ítøkilig sálarheilsufremjandi tiltøk á økinum.