Edmund Joensen hevur verið tætt knýttur at verkætlanini SALT líka síðani tankarnir um mentanarliga verkætlanin sá dagsins ljós á fyrsta sinni.
- Eg havi verið nógv tengdur at SALT, og serliga havi eg stríðst fyri at fáa útvegað fígging til verkætlanina, sigur Edmund Joensen.
Av tí sama er hann vorðin útnevndur sum good-will ambassadørur fyri SALT.
- Hetta merkir, at eg skal síggja aðrar møguleikar í verkætlanini, og í tí sambandi verður serliga hugsað um cruise-vinnuna, sigur Edmund Joensen.
Tað koma sum er nógv cruise-skip til Føroya, og avbjóðingin er so at fáa skipini at vitja í Suðuroynni.
- Í hesum sambandi verður eitt f´lk sett á skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi, sum skal kanna møguleikarnar, ikki bert á Tvøroyri, men í allari Suðuroynni fyri, at fáa cruise-skip handan vegin, sigur Edmund Joensen.
Tað verður 32 ára gamla Marin Helena Hentze, sum sjálv er vágbingur, ið skal standa fyri hesum arbeiðinum.
- Hon er sum skraddaraseymað til hesa uppgávuna. Hon lesur í løtuni »globale studier« á Ålborg Universiteti í Keypmannahavn, og skal nýta kanningina sum spesiali, sigur Edmund Joensen.
Upplivingarvinna
Hetta merkir, at kannast skal, hvussu aðri býir og onnur lond handfara hesa vinnuna.
- Skulu vit undir hesa vinnuna, mugu vit vita, hvussu arbeitt verður aðrastaðni. Hetta kundi skapt eitt grundarlag undir nýggjum inntøkum í Suðuroy, sigur Edmund Joensen.
Og tað er serliga í sambandi við SALT verkætlanina, at hetta stig verður tikið.
- Tað er jú ein stór kai framman fyri SALT bygninginum, og tað kundi verið upplagt at skipa fyri mentanarligum upplivingum í sambandi við SALT verkætlanina, sigur Edmund Joensen.
Hann vísir á, at føroyingar fáa lutfalsliga lítið burtur úr teimum mongu cruise-skipunum, sum koma hendan vegin.
- Tað er stórur munur á, hvussu nógv meira norðmenn og danir fáa burtur úr teimum cruise-skipum, sum koma í norskar og danskar havnir, og vit eiga at fáa meiri burtur úr hesum skipum eisini, sigur Edmund Joensen.
Verkætlanin SALT hevur annars fingið eitt skot fyri bógvin, tá nevndin sá seg noydda av avlýsa lisitatiónina herfyri.
- Tað hevur víst seg neyðugt at endurskoða verkætlanina, og byggja í teirri hóskiligu stødd, ið pengarnir røkka til. Men eitt er vist: Verkætlanin SALT verður veruleiki, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.










