John Johannessen
Danska stjórnin fer ikki at leggja fram nakað alternativt uppskot til fullveldisætlanina.
Hetta gjørdi danski forsætisráðharrin greitt í røðu síni á fólkatingi í gjár undir aðalorðaskiftinum um ríkisrættarligu støðu Føroya. Poul Nyrup Rasmussen vísti á, at tað er landsstýrið, ið hevur tikið stig til ríkisrættarligu samráðingarnar, og tí skal landsstýrið eisini taka ábyrgd av teimum avleiðingum, fullveldisætlanin kann hava við sær.
Poul Nyrup Rasmussen gjørdi greitt, at útgangsstøðið fyri samráðingunum er samráðingaruppleggið frá landsstýrinum og einki annað. Hann vísti á, at tí hevði tað verið skeivt av stjórnini eisini at lagt eitt uppskot fram.