Floksliturin tykist vera avgerandi fyri, hvør verður boðin at vitja George W. Bush, forseta í Hvítu Húsunum. Tað halda í hvussu er norskir fjølmiðlar, nú tað frættist, at Bush longu hevur boðið nýggja svenska forsætisráðharranum, Fredrik Reinfeldt, til Washington at vitja. Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, hevur harafturímóti ikki fingið nakra innbjóðing, hóast hann hevur sitið nógv longri í starvinum enn Reinfeldt. Svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, skal sambært summum fjølmiðlum hava latið eitt orð fella um, at Bush heldur ikki serliga nógv av teimum norðurlendsku sosialdemokratunum.