Skal heilsuverkið verða fyri brúkarin?

Í samband við, at Vestmanna kommuna nú er í ferð við at byggja nýggja heilsumiðstøð, hava vit fingið áheitan frá Heilsumálaráðnum, um at steðga ætlanini, hetta tí, at í framtíðini skulu bert 5 heilsudeplar verða um landið! Og ikki vænti eg, at nakar av hesum deplinum fer at liggja í Vestmanna, tá áheitanin var soljóðandi. Allarhelst fara deplarnir at liggja í onkrum av teim økjunum, ið hevur góða umboðan á Føroya Løgtingið. Hvør er sær og sínum næstur, sum man sigur.

 

Áheitanin fær ein at seta spurningin, hvønn heilsuverkið skal verða fyri? Staðfestast kann, at heilsverkið í hvussu so er ikki verða fyri brúkaran! Noy, heldur skal heilsuverkið verða fyri at tvíhalda um nøkur arbeiðspláss, í teim økjum, ið eru somikið heppin at verða yvirumboðaði í Tinginum.

 

Um tað eru rationaliseringar á heilsøkinum, ið eru orsøkin til hesa avgerð hjá landstýrismanninum við heilsumálum, so vil eg hervið koma við onkrum spari hugskotum til hansara.

 

Tað fyrsta vit kundu gjørt var at niðurleggja Klaksvíkar sjúkrahús! Nakrar 10 tals milliónir høvdu vit funnið har! Men, noy, tað verður nokk ikki av nøkrum, tá ið landsstýrismaðurin sjálvur býr í Klaksvík, umframt eini 4-5 onnur, ið ráða fyri borgum í okkara kæra landi. Tey fara nokk at tvíhalda um tey arbeiðsplássini í sínum øki, heldur enn at lata fornuftin ráða!

 

Tað vildi annars sagt seg sjálvt, at Klaksvíkar sjúkrahús er søga, tá tað bert er ein tími at koyra til Havnar sum er, og uppaftur skjótari verður koyrandi, tá enn ein undirsjóvartunnil kemur, nú millum Eysturoynna og Streymoynna.

 

Og álvaratos, vit eru ikki 50.000 fólk, hava vit veruliga brúk fyri 3 sjúkrahúsum?

 

Men kommunulæknarnir hava alstóran týdning fyi trivnaðin í eini bygd sum Vestmanna, ið forrestin heldur ongan tunnil fekk á hesum sinni!!! Tað eru ikki øll, ið hætta sær um Høgareyn ein vetrardag, ella ein summardag í tjúkkum mjørka! Leið 100 hjá Bygdaleiðum er heldur ikki tann hægst raðfesta bussleiðin í landinum! Tað kann ikki verða meiningin, at okkara eldru borgarar skulu kenna seg, sum ein enn størri byrða fyri teirra nærmastu, tá tey í framtíðini allarhelst skulu fartast til Havnar til kommunulæknan.

 

Áheitan mín á landsstýrismannin í heilsumálum skal verða hendan: útbygg primær heilsuskipanina heldur enn at niðurlaga hana, hetta við at bjóða enn fleiri tænastur til borgaran í nærumhvørvinum. Eitt øki sum Vestmanna, Kvívík, Válurin, Stykkið, Leynar og Skælingur, ið telja um 2000 fólk, áttu at havt eina heilsumiðstøð, har bæði kommunulækni, tannlækni, tannrøktari, ergoterapeutur, fysioterapeutur, heilsurøktarfrøðingur og ljósmóðir, og møguliga onnur vóru undir sama takið, og har borgarin kundi fingið allarbestu heilsurøkt og góða fyribyrgjan av ymsum slagi. Hetta hevði ivaleyst eisini viðført færri innleggingar á sjúkrahúsi, ið aftur hevði ført til nógvar sparingar á heilsuøkinum.

 

Hetta tykist at vera sera illa umhugsa av Landsstýrismanninum í heilsumálum. Borgarin hevur ein tryggleika, at koma til ein lækna hann hevur tilknýti til og kennir gott.

 

Lat eitt standa fast, hesa ráns-avgerðin sleppa tit ikki at gjøgnumføra. Nú er nokk við hesi ørvitis samgongu. Um vit ikki fáa broytingar nú, so kann hetta skjótt gerast endin á okkara vælferðarsamfelag, ið vit føroyingar hava bygt upp saman og eru av.