Tað hevur ein dómstólur í amerikanska statinum Florida gjørt av. Dómstólurin sigur í úrskurðinum, at tubbaksverksmiðjan RJ Reynolds Tobacco Company skal rinda einkjuni 23,6 milliardir dollarar. Tað svarar til 130 milliardir krónur.
Undir rættarmálnum, sum vardi fýra vikur, løgdu sakførararnir hjá Cynthia Robinson dent á, at tubbaksverksmiðjan, sum er tann næststørsta í USA, hevði ikki kunnað brúkararnar um vandan, sum stendst av royking, og at tí fekk Michael Johnson lungnakrabba av sigarettunum og doyði. Sakførararnir vístu eisini á, at Johnson royndi fleiri ferðir at leggja av, men kláraði tað ikki.
-Okkara vón er, at dómurin fer at ávara aðrar tubbaksverksmiðjur og noyða tær at gevast við at seta lívið hjá ósekum menniskjum í váða, sigur ein av sakførarunum hjá einkjuni.
Leiðslan í RJ Reynolds hevur boðað frá, at hon fer at skjóta dómin inn fyri hægri rætt. Fyritøkan sigur, at dómurin er púra burturvið.