Skal greiða frá nógv umrøddari ætlan í Føroyum

Landsstýrismaðurin skal nú greiða frá hvussu tað gongur við nógv umrødda samstarvinum við Novo Nordisk grunnin í Danmark um eina miðstøð í Føroyum

Hvussu gongur við nógv umrøddu ætlanini hjá Novo Nordisk grunnin í Danmark at gera eina miðstøð fyri diabetis í Føroyum.

Tað skal Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú greiða frá í Løgtinginum.

Tað er floksfelagi hansara í Sambandsflokkinum, Magnus Rasmussen, sum spyr hvussu tað gongur við fyrireikingunum, og hvørji stig verða tikin í næstum.

Hann vil eisini hava at vita, hvat samstarvið ímillum Novo Nordisk grunnin og føroyska heilsuverkið, heilt ítøkiliga snýr seg um.

Magnus Rasmussen vísir á, at á sumri í 2018 spurdi Novo Nordisk um áhugi er fyri einum samstarvi ímillum føroyskar heilsumyndugleikar og Novo Nordisk grunnin um eina diabetesmiðstøð í Føroyum.

Nú er hálvtannað ár farið og tí vil sambandsmaðurin hava at vita, hvussu landið liggur.

Málið varð annars tikið upp í summar, tá ið undanfarna landsstýriskvinna í heilsumálum, Sirið Stenberg, skipaði fyri kunningarferð til Novo Nordisk í Danmark, men flokkarnir, sum tá sótu í andstøðu -og sum nú sita í samgongu- góvu avboð, so teir vóru ikki við.

Men eftir tann fundin varð upplýst, at sjøtul varð settur á samstarvið, men at talan er um eina drúgva tilgongd. Tá varð upplýst, at frá tí at partarnir eru samdir um at fara undir eitt samstarv, kann tað ganga eitt ár til ein formlig avtala er gjørd.

Og frá tí at ein formlig avtala er gjørd, kann tað so aftur ganga eitt ár at fáa greiði á, akkurát hvat avtalan ítøkiliga skal bera í sær, og hvørji ítøkilig mál, hon skal fevna um.

Tá varð eisini upplýst, at Novo Nordisk fíggjar ikki vanlig diabetisviðgerð, men tey eru sinnað at stuðla serligum tiltøkum.

 Tey eru eisini sinnað at stuðla granskingarverkætlanum av ymsum slagi. Men annars letur Novo Nordisk granskingarstuðul til ymsar ætlanir, sama um talan er um nakað formligt samstarv ella ikki.

Spurningurin um, hvussu stóra fígging, talan kundi vera um at fáa frá Novo Nordisk til diabetis í Føroyum, og í tí sambandi varð nevnt, at leysliga mett kundi talan vera um einar 5-7 milliónir um árið í tíggju ár, alt eftir, hvussu umfatandi avtalan ímillum Føroyar og Novo Nordisk verður.

Men fyri kortum var núverandi landsstýrismaðurin í heilsumálum eisini á fundi við Novo-nordisk grunnin, og nú skal hann so greiða frá, hvat hent í málinum higartil, og hvat fer at henda næstu tíðina.