Hetta fer at gera tað munandi lættari hjá bjargingarfólki, tá ið ferðsluvanlukkur henda. Tað siga fleiri løgtingslimir úr fleiri flokkum. Tí hava teir nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at tað skal bera til hjá bjargingarfólkum at fáa allar upplýsingar um eitt akfar á eini app á fartelefonini.
Tað eru løgtingsfólk úr fleiri flokkum, sum leggja uppskotið fram, nevniliga Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, Edmund Joensen og Magnus Rasnussen úr Sambandsflokkinum, Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum, Ingolf Sólheim Olsen úr Tjóðveldi, Ruth Vang úr Framsókn, og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna.
Í hesum sambandi skjóta tey upp, at tað skal bera til hjá bjargingarfólki fáa allar tekniskar upplýsingar um eitt akfar, sum er við í einum óhappi, á eini app á fartelefonini. Tey skulu eisini kunna fáa eina mynd av akfarinum og hetta fer at gera uppgávuna hjá sløkkiliðsfólki skjótari, lættari og tryggari, tá boð eru eftir teimum í sambandi við ferðsluóhapp, siga tey.
– Skulu sløkkiliðsfólk inn í ein bil, sum hevur verið fyri óhappi, at bjarga fólkum, er tað avgerandi, at tey hava allar upplýsingarnar um tann ávísa bilin, so tey kunnu sláa stoytkoddarnar frá, og vita, hvar tey skulu klippa í skrokkin.
Tey siga, at so hvørt elbilar verða alsamt vanligari, verða avbjóðingarnar enn størri hjá sløkkiliðsfólk, tí tað er vandamikið at klippa í ein el-bil, tá ið tey ikki vita, hvar tað skal gerast, siga løgtingsfólkini.