Kunningarstovan í Vágum Ssal gerast meira sjónlig og menna ferðavinnuna í oynni munandi, sigur kunningarleiðarin, Terji Nielsen. Betraðu hølisviðurskiftini fara at leggja lunnar undir hesa mennigina, metir hann.
Frá at húsast í einum rúmi á kommunuskrivstovuni í Miðvági er Kunningarstovan nú flutt í væl størri høli hjá Godtfred Joensen yvir av Sparikassanum í Miðvági. Stórir sýnisgluggar og skelti á húsinum gera beinanveg Kunningarstovuna sjónligari, og tað skuldi so verið við til at leitt fleiri fólk inn á gólvið, heldur leiðarin.
Tað hevur verið heldur smátt við tí, sigur hann, og metir, at enn ikki øll vágafólk vistu, hvar Kunningarstovan helt til.
Umframt høvuðsskrivstovuna í Miðvági rekur Kunningarstovan hjá Felagnum Vágum eisini kunningardiskin á flogvøllinum. Tey eru trý fólk, sum starvast hjá Felagnum Vágum í dag. Eitt er tó hálva tíð.
Í samband við at Kunningarstovan mánadagin flutti í nýggju hølini í Miðvági, var samkoma, har almnningurin og innboðin vóru til staðar.
Tiltakið byrjaði við, at bussur úr Vágum fór til Havnar eftir fólki frá ferðavinnuni, sum boðin vóru vestur í Vágar í samband við tiltakið.
Farið varð fyrst til Sandavágs, har fróðarmaðurin Sigurd Petersen, fyrrverandi skúlastjóri, fór gongutúr oman við Stórá, eftir Steigini og oman í kirkjuna.
Sigurd Petersen segði á túrinum frá um løgmanstíðina, umhvørvið við Løgmansgarðin og frá kirkjum í Sandavági og serliga hesi, ið nú er.
Á Kunningarstovuni í Miðvági var móttøka í samband við flytingina. Starvsfelagarnir frá Kunningarstovunum norðanfjørðs vóru komnir at heilsa upp á manningina í Vágum og bera fram góðynski. Umframt vóru eisini fólk frá Ferðaráðnum og ymsum ferðaskrivstovum, sum vóru komin inn á gólvið. Vágafólk vóru eisini millum gestirnar. Kommunalpolitikarar, vinnufólk og handilsfólk.
Ein teirra, sum hevði orðið á samkomuni Miðvági, var stjórin á Ferðaráði Føroya, Heri Niclasen.
Hann ásannaði, at Kunningarsovan í Vágum hevur verið í so anonym, og metti hann hetta vera orsakað av teirri ógvuliga sparnu peningajáttan, arbeitt hevur verið við hesi árini, Kunningarstovan hevur verið til.
Men sum skilst eru vinnufól og komunur í Vágum nú vorðin greið yvir, at skal oyggin marknaðarførast, eigur tað at gerast við eini Kunningarstovu, og tað krevur pengar.
Hann fegnasðist eisini um, at Kunningarstovan hevur yvirtikið kunningardiskin á flogvøllinum og vónaði og væntaði gott samstarv millum Feðraráðið og Kunningarstovuna í Vágum í framtíðini.
Tað er Felagið Vágar, sum rekur Kunningarstovuna. Felagið Vágar er samtak av vinnufeløgum og ferðavinnuni í Vágum. Eisini eru kommunurnar við í samtakinum.
Fleiri teirra, sum starvast á øðrum kunningarstovum kring landið, høvdu eisini orðið og ynsku starvsfeløgunum i Vágum góða eydnu og lovaðu gott samstarv. Havt varð millum annað á orði, at tey fegnaðust um at kunna ásanna, at Kunningarstovurnar nú vóru vorðnar ein verdugur samstarvsfelagi hjá Ferðaráðnum.
At gera Kunningarstovuna í Miðvági rættiliga sjónska skal nýggja búmerkið, sum avdúkað varð hendan dagin, vera við til.
Skrivað varð út kapping um búmerki, og ikki færri enn 81 uppskot komu inn. Fyrstu viðrisløn fekk Jógvan Høgnesen í Leirvík fyri búmerkið, sum nú hongur yvir inngongdini til Kunningarstovuna í Miðvági.