Tann best kendi filmsleikstjórin í Póllandi, Andrzej Wajda, hevur gjørt av at gera ein film um lívið hjá Lech Walesa, sum stóð á odda fyri fakfelagnum Solidaritet á sinni, og sum seinni gjørdist polskur forseti. Hann hevur eisini fingið Nobel-friðarheiðurslønina.
Andrzej Wajda, sum nú er 85 ára gamal, sigur, at silmurin um Walesa verður tann truplasti, sum hann nakrantíð hevur gjørt. Hann sigur, at gongst sum ætlað, kemur filmurin í biografarnar næsta heyst.
Sum formaður í Solidaritet gjørdist Lech Walesa ímyndin av uppgerðini við kommunismuna, og tað, sum hendi í Póllandi, legði lunnar undir tað, sum seinni hendir í hinum londunum í Eysturevropa.