Skal fyri ST

Amerikanska stjórnin hevur gjørt av at taka undir við einum russiskum uppskoti um at lata ST-trygdarráðið taka støðu til friðarætlanina fyri Miðeystur. Talan er um uppskotið, sum ST, ES, USA og Russland hava gjørt, og sum millum annað sigur, at palestinar skulu hava sítt egna ríki í 2005.

Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, hevur stríðst sum úlvur á skóg ímóti, at uppskotið kemur fyri trygdarráðið, tí so verður friðarætlanin formliga ein ST-ætlan, og tað vil Sharon ikki góðtaka. Higartil hevur amerikanska stjórnin lurtað eftir mótstøðu hansara, men sambært ísraelska blaðnum Ha'aretz hava amerikanarar nú broytt støðu. Umberingin hjá Bush-umsitingini sigst vera, at hon er noydd at taka eina aðra støðu, nú palestinar hava fingið eina nýggja stjórn. USA fanst um vikuskiftið hvassliga at ísraelska búsetingarpolitikkinum í teimum palestinsku økjunum.

Fyrr í hesum mánaðinum var Sharon í Moskva, og har royndi hann at fáa Vladimir Putin, forseta at sleppa uppskotinum um at leggja friðarætlanina fyri ST-trygdarráðið, men til fánýtis.