Tað skal framvegis verða lokkandi at leiga bústaðir út

Tekin eru um, at tað hevur hjálpt, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

Tey, sum leiga hús, íbúðir og kømur út til fólk, skulu framvegis sleppa at draga ein stóran part av inntøkuni frá í skatti. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Floksfelagið hansara, Uni Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin hevur spurt hann, hvussu verður vorðið frádráttinum til tey, sum leiga út.

 

Hann vísir á, at landsstýrið hevur gjørt av, at tey, sum leiga út til varðandi bústað til privatfólk í minst tríggjar mánaðir, skulu hava loyvi til at draga 100.000 krónur av leinguinntøkuni frá í inntøkuni, áðrenn tey rinda skatt av restini.

 

Endamálið var at eggja fólk at langtíðarleiga bústaðir til føroyingar, men á nýggjárinum lækkar frádrátturin niður í helvt, ella niður í 50.000 krónur. Uni Rasmussen væntar, at tað fer at minka um áhugan at leiga út til til bústaðir og sostatt verður bústaðarneyðin enn størri.

 

Jørgen Niclasen sigur, at frádrátturin fer ikki at verða lækkaður næsta ár, men støða er ikki tikin til, hvussu leingi hann verður 100.000 krónur. Hann sigur eisini, at hann fer at leggja uppskot fyri hetta beint eftir ólavsøku í ár.

 

Hann vísir á, at tað var í 2019, at frádrátturin hækkaði úr 50.000 krónum, upp 100.000 krónur. Tískil eru bara tvey ár farin, síðani frádrátturin hækkaði. Árið í fjør var nógv merkt av koronu og sera fá ferðafólk komu hendavegin, sammett við undanfarin ár.

 

Tí er tað ringt at meta um, hvønn týdning tað hevur havt, at frádrátturin hækkaði og um fleiri bústaðir eru komnir á leigumarknaðin av hesi orsøk. Men ábendingar eru kortini um, at tað hevur gjørt mun, tí talið á leigumálum hækkaði í 2019, men tølini fyri í fjør, eru ikki gjørd upp enn, sigur Jørgen Niclasen.