Umhvørvisnevndin í Sunda kommunu hevur nevniliga sett dag á, nær ið allar bygdir í kommununu skulu hava tann árliga ruddingardagin.
Á fundi í farnu viku varð avgjørt at hava ruddingardagin í ár tann 12. mai sum er ein leygardagur.
Í hesum sambandi mælir nevndin til at kommunan letur trø til borgararnar í hesum sambandi.
Nevnast kann, at Umhvørvisnevndin á sama fundi mælti til at hava eitt fríðkanarátak. Veljast skal nú ein dómsnevnd og at kappingarnevnini verða trý í tali – urtagarðar, neyst og vinnuøki.
snorri@sosialurin.fo