Í dag søkir Sjónvarp Føroya eftir sokallaðum fyritaksstjóra.
Hesin skal hava ábyrgd av dagliga rakstrinum av stovninum, bæði fíggjarliga og fyristingarliga.
Starvið sum fyritaksstjóri í SvF liggur beint undir sjónvarpsstjóranum, ið situr við sjálvari ábyrgdini av stovninum.
Sjónvarp Føroya kom í svára fíggjarliga kreppu herfyri orsakað av ov vánaligari fíggjarstýring, og tað verður uppgávan hjá nýggja fyritaksstjóranum at syrgja fyri, at hetta ikki kemur fyri aftur.
Freistin av søkja starvið sum fyritaksstjóri hjá Sjónvarpi Føroya er fríggjadagin 25. august.vindur og veður,
ávirkan hevur
og sítt krevur.
Í 1899 teir nýggja kirkju byggja
fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,
slíkt kann ei á láni liggja.
Og nú gott hundrað ár á rað
hevur hon verið og er framvegis tað
stað
har deknur lesur lestur
ella tænari er prestur.
Har tú á hvørjum halgidegi
í sorg sum í gleði
kann finna linna
ugga, og megi
í Harrans orði
og við altarborðið.
? ? ?
Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,
sum tóku hesu mongu umrøddu stig,
vit lýsa yvir teimum Guds frið.
Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,
sum hildu áfram í teirra anda,
sum vanligt er her til landa.
Latum okkum saman standa
og kirkju okkara verja
mót øllum, ið á hana herja
og vilja boðskap hennara skerja.
? ? ?
29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,
móti tað óivað onkran undra,
at kirkjan ikki helt føðingardag,
men hetta kom tíanverri ikki í lag,
orsøkir vóru av ymiskum slag.
Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda
vit mong í Hattarvík lenda
at minnast dagin henda.
Vit leggja serliga merki
til hetta frálíka listarverkið,
gávuna stórbæru,
kirkjuni til heiðurs og æru,
altartalvuna, ið kórveggin prýðir,
har skapanin í huga fram stígur.
Øll góð ynski um Guðs signing.
Hjartaliga tillukku.
Erland Beder