Skal ein síggja ælabogan, má lítast undan sólini.

Jógvan Ingvard Olsen


Hyggur ein at undantíðini, fyri tí fíggjarligu trongstøðu okkara samfelag er í, so er tað størsta sjálvgjørda politiska mistakið at frásiga sær 366 mió. kr. árliga av ríkisparti okkara úr statskassanum.
Og við tað at parturin, sum eftir var, ikki skal dýrtíðarviðgerast, so bránar virði, og skaðin dregur alsamt uppá seg, fyri hvønn dag sum gongur, eisini um okkara nettotjóðarinntøka minkar.
Úrbindingin av teimum 366 mió. kr. fór fram, tá samfelagið reið á einum óvanligum innløgualdukambi, ávirkað av ymiskum uttanumstøðum, til dømis at munn- og kleyvsótt herjaði í Norðurevropa, so svidnaroykurin lá rámur av brendum seyðakroppum víða um heiðar, neytakjøtið var lívshættisligt at eta orsakað av Kreutzfeld Jacob sjúkuni neytaøði, feitur matur var heilsuskaðiligur, so ágangurin eftir at fáa heilsugóðan fisk til matna bleiv so umráðandi, at prísurin á fiski reyk upp í loft. Vit rokfiskaðu, og eingin keypari spurdi um burðarføra veiðu, og ríkisparturin okkara helt støðu sína, tí hann bleiv dýrtíðarviðgjørdur.
So tá fløddi dúgliga inn við pengum í alt samfelagið, og sjálvsagt eisini í almennu kassarnar.

Nú er vent í holuni!

Fiskiskapurin er sum heild nógv viknaður, og tað sum verri er, illa gongst at selja ávís fiskasløg, tí keyparar ikki vilja geva rímuligan prís, uttan so at hann er góðkendur av altjóða felagsskapi, at hann er veiddur á “burðardyggum støði”.
Og tá hesir felagsskapir ikki skilja okkara verjuskipan av fiskastovnunum, so er sera torført at fáa tað bláa stemplið.

So nú minkar innløgan í landinum hættisliga, sjálvt um alivinnan bøtir munandi um støðuna (millum annað orsakað av, at Chile hevur fingið álvarsligar trupulleikar av sjúku í síni laksaframleiðslu), so her staðfestist orðatakið “eins deyð annans breyð”.
So fjarar alsamt í samfelagskassunum til almenna húsarhaldið, sum dýrkar ár um ár, og arbeiðsloysið trilkar í hvørjum.
Okkara politikarar tykjast ørkymlaðir og minna ikki sørt um trøllini í Húnalondum, har hvørt móti øðrum stóð.

Vit vóru ov tíðliga á sjóvarfallinum til at skerja blokkin, og tí er tað skilagott at venda við aftur og bíða, meðan fíggjarligu íðurnar eru uppi, og vit fáa okkum betri kjølfesti við at taka innaftur av okkara heimaparti úr ríkiskassanum.
Hetta er ein neyðsynja skútsing, fyrst og fremst til okkara almenna- og heilsuverk.

Tá fíggjarligu líkindini verða betri, kann leggjast á aftur at máa av blokkinum, um hugurin stendur til tað.
Men ein slík avgerð verður ikki tikin uttan so, at samgongan setir seg saman og í felags álvarsemi innanhýsis viðgerð eitt slíkt stig og blívur samd.

Eg veit væl, at flokkar, sum eru fyri at minka ríkispartin, hava torført við at halda aftur í minkingini ella taka partar innaftur, men tað er stundum soleiðis í lívsins viðurskiftum, at tað er neyðugt at isa í, lora út og taka innaftur, tí veruleikin er tann hann er, og sum støðan er, vil eg meta, at eingin flokkur í samgonguni kemur verri fyri, orsakað av at handla út frá tí forfalli, samfelagið nú er statt í, tí upp á longri sikt fer tað at hjálpa til at blíva fyrr leysur av ríkispartinum, um tað er tað ein vil.

At rokna við at kunna minka ríkispart okkara, út frá leistinum úr danska orðatakinum, at
“Nøden driver nøgen kvinde at spinde”
gongur ikki í nútíðini. Orðatakið var helst beinrakið í forntíðini, tá kvinnan var staðbundin.
Um orðatakið skal nútímansgerast, nú kvinnurnar eru so væl floygdar, so kundi tað ljóðað soleiðis:
“Nøden driver nøgen kvinde af landet forsvinde”