Jákup Sverri Kass, stud.cand.ling.merc
????????
Tað er flest øllum greitt, at altjóðagerðin setur síni krøv til allar partar av føroyska samfelagnum, eisini málpolitikkin. Føroyingar eiga tískil eisini við jøvnum millumbilum at gera sær greitt, hvussu vit á besta hátt tillaga okkum.
Eg læs herfyri eina grein hjá Óla Samró, har hann í eini áhugaverdari grein hugleiddi um vaksandi leiklutin hjá enska málinum í altjóða høpi. Hann kom millum annað inn á, hvussu fólkaskúlin í Føroyum í framtíðini eigur at raðfesta enskt og danskt. Og niðurstøðan tyktist vera tann, at enskt eigur at fáa framíhjárætt.
Eg eri vælvitandi um, at enskt er dominerandi á altjóða leikpallinum. Men føroysk børn, eins og onnur børn i vesturheiminum, í dag fáa enskt inn við móðirmjólkini. Sjónvarp og telda gera, at børnini læra ein stóran part av enskum, langt áðrenn tey fáa tað sum lærugrein í fólkaskúlanum.
Veruleikin er tann at føroyingar við og uttan familju fara enn í stóran mun til Danmarkar at arbeiða, lesa ella bara fyri at venda. Danskt gevur ungum, sum gomlum, ein førleika, sum tey neyvan vildu verið fyri uttan, tá ið tey velja at skifta føroyska gerandisdagin út við tann danska.
Summi hava lyndi til at blanda tjóðsskap og tjóðskaparkenslur uppí alt. Tað meini eg ikki vera rætt. Hóast núverandi raðfesting av donskum í fólkaskúlanum er eitt úrslit av ríkisrættarligu støðu okkara, gevur danska málið okkum í dag ein førleika, sum skapar fleiri møguleikar - ikki færri.
Vit hava øll sæð, hvussu íslendska samanblandingin av tjóðskaparpolitikki og málpolitikki hevur máða støðið undan tí íslendska kunnleikanum til danskt og norðurlendskt sum heild. Íslendingar, serliga tað yngra ættarliðið, hava í dag, sera ringt við at samskifta við sínar norðurlendsku grannar. Og skal samskiftast, so vilja íslendingar allarhelst samskifta á enskum.
Fyri føroyingar er danskt ikki bara lykilin til víðarilesna í Danmark. Norðurlondini hava eina felags søgu, mentan og arv. Og okkara kunnleiki til danskt og/ella norðurlendskt er við til at styrkja okkara samband við okkara norðurlendsku grannar, bæði á tí mentunarliga og á tí búðskaparliga økinum.
Fyri at venda aftur til lærugreinina, danskt, so meini eg, at lærugreinin sjálvsagt kann betrast. Man kundi hugsað sær, at lærugreinin í størri mun legði upp til eitt sindur meira av kunnleika til hini norðurlendsku málini, og kanska kundi man gjørt danskt til eina valgfríða lærugrein á studenta ella handilsskúla. Við at gera tað valfrítt, so kundu næmingar sum ætla sær niður til Danmarkar at lesa valgt tað, ímeðan tey sum t.d. ætla sær á Fróðskaparsetri ella til Bretlands fingu møguleikan at velja okkurt annað.
Heimurin stendur ikki í stað, og velja føroyingar framyvir í størri mun at fara aðrastaðni enn til Danmarkar ella norðurlond at lesa, so skal leikluturin hjá donskum í fólkaskúlanum sjálvandi takast upp til viðgerðar, og kanska raðfestast niður. Men sum støðan er í dag, so venda føroyingar enn eyga ímóti Danmark, og kunnleiki okkara til danskt er harvið eitt hent amboð at hava við sær av landinum.