LÝSINGARTILFAR
Viking Smíð er ein byggjifyritøka, sum er stovnað í 2005, teir hava haft nógv at gjørt í hesa stuttu tíð.
Teir leggja stóran dent á, at nøkta tørvin hjá kundunum.
Av arbeiðum ið teir hava gjørt, eru millum annað undurleverandørur til umbyggingina av SMS í Havn, og umvælingar arbeiðið av gamla realskúlanum, umframt stórsligna proektið Stóragerð
Umframt at vera ein byggifyritøka, selja teir eisini vindeygur og hurðar, frá einari Danskari fyritøku í Estlandi.
Hesi vindeygu og hurðar eru millum tey bestu í landinum, og eru eisini millum tey bíligastu,
orsøkin til tess er, at allir »millum menn« eru vekk, og vindeyguni og hurðanar verða keypt beinleiðis frá verksmiðjuni.
Vindeygu og hurðar
Vindeyguni og hurðarnar, Viking Smíð tekur sær av at selja, er fyri ein stóran part, tey somu sum tey hjá Byggideplinum, og er talan um dygdargóða vøru, ið megnar at standa móti harðbældu verðurlíkindunum í Skandinavia. Vindeyguni eru viðgjørt, so at tey halda longur, og bert náttúruvinarlig máling og onnur viðgerð verður nýtt. Kundin hevur bara at koma við røttu málunum, og so tekur Viking Smíð sær va restini, inntil vindeygað ella hurðin stendur, har tey skulu standa.
Viking Smíð hevur, frá fyrsta degi lagt seg eftir at at arbeiða fram móti málinum, ið er at kunna levera eina fullfíggjaða loysn, so at teir keypa eitt grundstykki, byggja húsið, so liðugt, sum til ber, inni í einari høll, og síðani selja liðugtvøruna fyri ein rímuligan penga.
Samantvinnan av fyritøkum
Viking Smíð hevur tætt tilknýti til millum annað fyritøkurnar; Byggidepilin, Kern, Húsasølan, og aðrar, og hetta av tí, at so at siga somu eigarar eru í øllum fyritøkunum. Á hendan hátt kann hvør einstøk fyritøka levera eina haldgott og bíligt úrslit, og hava tær eisini breidri grundarlag at standa á. Sum heild ein fyritøka, ið stendur í vøkstri, og sera spennandi verður at fylgja við í, hvussu fer at gangast teimum
Niels Petersen