Skal blíva til egg ella unga í Vági

Landstýrið er við at missa tolið við Fiskavirking. Letur Fiskavirking vikið í agi uppaftur nú, má tað takast úr Fiskavirking, so at onnur kunnu fáa møguleikan, sigur løgmaður

Flakavirkið í Vági

? Nú skal tað blíva til egg ella unga við flakavirkinum í Vági.
Tað sigur Jòannes Eidesgaard løgmaður.
Mikudagin fekk løgmaður ein fyrispurning frá Tórbjørn Jacobsen løgmanni um
vánaligu støðuna hjá vinnulivinum í syðru helvt í Suðuroy.
Tá ið samgongan varð skipað, var ein bólkur av tingmonnum settur at arbeiða við ætlanum um at menna syðru helvt í Suðuroy.
Síðani hoyrdist lítið og onki aftur til hendan bólkin og løgtingsmaðurin úr Eysturoy vildi hava at vita, hvussu landið liggur við syðru helvt í Suðuroy.

Skulu hava greitt svar
Jóannes Eidesgaard sigur, at trupulleikarnir í syðru helvt í Suðuroy, og í Suðuroy sum heild, eru so stórir og samansettir, at tað finst onki einfalt svar uppá, hvussu teir kunnu loysast.
Tað ber heldur ikki til hjá einum bólki av tingmonnum at loysa trupulleikarnar.
Tingbólkurin hevur kortini ikki gingið heilt fyri onki, tí hann hevði havt fleiri fundir við Fiskavirking um flakavirkið í Vági.
? Tíðliga í vág lovaði Fiskavirking, at flakavirkið í Vági skuldi latast upp aftur til at arbeiða saltfisk í, sigur løgmaður við Sosialin.
Fiskavirking upplýsti eisini, at tað fóru at vera gott 40 arbeiðspláss á virkinum.
Men síðani er onki hent sigur løgmaður, og nú er tað ein spurningur um, hvussu leingi afturat, vit skulu trúgva tí, sum Fiskavirking sigur.
? Hesari støðuni kunnu vit als ikki liva við longur
Hann sigur, at møguleikar mugu nú skapast fyri, at flakavirkið í Vági letur uppaftur ongantíð ov skjótt.
Landsstýrið fer nú biðja fiskavirking um eitt greitt svar uppá, hvør ætlanin er við virkinum í Vági.
? Vit vilja hava greitt at vita frá Fiskavirking um ætlanin er at lata virkið upp aftur ella ikki
Hann sigur, at kann fiskavirking ikki vátta at virkið verður latið uppaftur nú, mugu onnur fáa møguleikan.
? Letur virkið í Vági ikki uppaftur nú, má tað takast burturúr fiskavirking, so at onnur kunnu fáa møguleikan at lata tað uppaftur.
Hann sigur, at so fer landsstýrið at gera sína ávirkan galdandi so langt sum tilber fyri at fáa Fiskavirking at loysa virkið í Vági burturúr samtakinum so at onnur kunnu fáa høvi at lata tað upp.
? Ein stórur trupulleiki er, at samstundis sum Fiskavirking ikki letur virkið í Vági upp, liggur fyritøkan omaná virkinum, so at heldur ongin annar fær møguleikan.
Jóannes Eidesgaard veit, at tað er avmarkað, hvussu stóra ávirkan landsstýrið kann fáa á avgerðirnar hjá Fiskavirking.
?Men eg vildi hildið, at Fiskavirking og Framtaksgrunnurin átti at tikið eitt politiskt ynski til eftirtektar, sigur hann.
? Serligatá ið vinnuliga støðan verður havd í hugað, átti tað at havt týdning, at landsstýrið hevði eina ávísa meining um viðurskiftini, sigur løgmaður.
Er tað væntandi, at Fiskavirking fer at lata øðrum virkið í Vági til vanliga fiskaframleiðslu, tí so fer tað at liggja í beinleiðis kapping við Fiskavirking.
? Tolir Fiskavirking ikki kapping frá einum einstøkum virki, hevur tað ein veldugan trupulleika, sigur løgmaður stutt.