Skal avhoyrast um Lockerbie

Myndugleikarnir í Skotlandi krevja nú, at fyrrverandi libyski uttanríkisráðharrin, sum er rýmdur úr Libya til Bretlands, skal avhoyrast um Lockerbie-yvirgangsatsóknina. Skotska ákæruvaldið sigur, at tað hevur sagt uttanríkisráðnum í London frá, at skotsku myndugleikarnir krevja, at Moussa Koussa verður avhoyrdur um atsóknina, tá eitt amerikanskt ferðamannaflogfar sprongdist uppi yvir skotska býnum Lockerbie í 1988.

Atsóknin kostaði 259 mannalív.

Áðrenn hann bleiv uttanríkisráðharri, var Moussa Koussa diplomatur og seinni ovasti fyri fregnartænastuni hjá Muammar Gaddafi. Summi vilja vera við, at hann var við til at leggja Lockerbie-atsóknina til rættis.