- Skal ansa eftir ikki at troytta fólk

Seinastu mongu árini hevur Klaksvíksbólkurin Dynamit verið fastur fúsur á stóra pallinum á Summarfestivalin. Í ár var tó einki at hoyra til grøv nummar 13 ella hini hittini hjá bólkinum. - Vit skulu eisini ansa eftir ikki at troytta fólk. Men eg skal viðganga at fái brell tá eg síggi stóra pallin, sigur Niclas Heri Jákupsson, ein av forsangarunum í Dynamit.


Tað er vorðin siðvenja, at lokalu hittini hjá Dynamit eru at hoyra á Summarfestivalinum, men í ár varð ikki so.

- Vit tosaðu um tað í bólkinum, og fleiri hildu, at vit skuldu taka ein steðg. Sjálvur helt eg, at tað var upplagt at vit vóru við, nú tá ið talan var um 10. festivalin, men tað bleiv ikki so, sigur Niclas Heri.

Hann sigur, at hóast bólkurin ikki var við í ár, so merkir tað ikki, at hittini frá Dynamit ikki vera at hoyra aftur á Vágsbøi ein av komandi árunum.