- Kunnu vit ikki tryggja okkum, at trygdin er í lagi, so verður einki vatnkríggj aftur á Sjómannadegnum.
Somikið avgjørdur er Eyðstein Poulsen, sum stendur við ábyrgdini av trygdarmálum á Sjómannadegnum í Klaksvík.
Har mundi verðið galin endi, tá ein drongur datt fyri borð, meðan stóra vatnkríggið var á skránni, men hóast tað eydnaðist at bjarga dreinginum í ein bát, so hevur hendingin sett ein stóra skelk í fyrireikararnar.
- Sjálvandi kanst tú siga, at vit ikki hava møguleika at fylgja við tí, sum fyriferst, tá talan er um privat-bátar, men tað er ein alt ov bílig undanførsla. Vit skipa fyri vatnkrígnum, og so hava vit eisini eina stóra ábyrgd av at tryggja, at alt gongur skynsamt fyri seg, sigur Eyðstein Poulsen.
Næsta stigið verður at eftirmeta tað, sum fór fram, og tá ynskja fyrireikararnir av Sjómannadegnum at hava myndugleikar og sakkøn annars við í viðgerðini, og tí fær Eyðstein ikki givið nakra almenna fráboðan um, hvørji stig verða tikin. Men tey orð, sum verða søgd fyri egna rokning, eru ivaleys.
- Sjálvandi havi eg gjørt mær mínar tankar um tað, sum hendi, og tað skal eingin ivi vera um, at hetta málið verður tikið í allarstørsta álvara. Mín persónliga meining er, at kunnu vit ikki standa inni fyri trygdini hjá øllum teimum luttakandi, so kunnu vit ikki hava vatnkríggið.
Men hvussu kundi tað verið gjørt?
- Fyrst og fremst má tryggjast, at øll eru í bjargingarvesti. Tá spæl av slíkum slag fer fram, so kann tað altíð henda, at onkur dettur fyri borð. Men tá er fyrsta kravið, at øll eru í bjargingarvesti, og í øðrum lagi má ein fráboðanarskipan vera, soleiðis at alt steðgar, um óhappið skuldi hent.
- Sum er fáa tey luttakandi skriv við reglugerðini, umframt at vit lýsa við, hvussu vatnkríggið fer fram, men hetta er ikki nóg mikið. Ein máti kundi verið, at vit hava skjóttgangandi eftirlitsbátar, sum rætt og slætt tveita fólk ella bátar úr spælinum, um vestar ikki verða nýttir, sigur Eyðstein, sum eisini harmast um, at Brimil ikki fekk verið við hesaferð.
- Eitt er, at tað fyri tey luttakandi kanska sær betri og stuttligari út, tá Brimil er við. Men fyri meg vigar tað nógv meira, at hetta eisini økir um trygdina. Tí harmaði tað meg nógv, at tað ikki bar til hjá Brimli at taka lut hesaferð, sigur Eyðstein Poulsen.









