»Skakandi tilburðir« 9 útkomin

15 ótrúligar hendingar eru í bókini.

15 ótrúligar hendingar eru í bókini.

 

Bókin er 135 blaðsíður og innbundin. 79 litmyndir og 17 tekningar, sum vísa hendingarnar.

 

Hendingarnar eru av alskyns slagi:

Kavari úr Fuglafirði, sum kemur í neyð á havbotninum.

Um ein hund í Stóru Dímun, sum bjargaði smádreingi frá at detta útav eggini.

Marjus Dam, sum kemur í dýrastu neyð, meðan hann koyrir og eldur brádliga kemur í bilin og bremsurnar svíkja.

Um blinda kvinnu, sum dettur niður á jarnbreyt.

Ein hending tá maður úr Skúgvi fór á glið í bjørgunum, steðgaði tá annað beinið hekk út av eggini.  

Sera áhugaverd søga tá jarðskjálvti rakti Vág og hvussu bygdin var skakað av ógvusligu ristingunum.

Um mann, sum fekk hjartastopp á víðum havi.

Ein hending har hemari breyt hol upp gjøgnum maskinbát, og menninir vóru í størstu neyð.

Um tá Heldarstindur fekk sinoppsgass í trolið.

Fyrrverandi løgtingsformaðurin Jógvan I. Olsen, tá ið hann á sínum fyrsta túri sumskipari var um at ganga burtur.

Um skaðabrimið í Skálavík.

Um syndarliga bátsvanlukku í Hvannasundi.

Aðrar spennandi hendingar eru eisini.