Í gjárkvøldið skuldi ein ógvuliga avgerandi uppgerð vera í íslendsku Landsbankadeildini. Tá skuldi Fram á Laugardalsvøllinum í Reykjavík fáa vitjan av Grindavík við Alberti Sævarssyni í málinum. Frammanundan var tað ikki mett at vera serliga sannlíkt, at teir báðir føroysku spælararnir hjá Fram fóru at vera millum teir fyrstu ellivu. Bæði liðini liggja ógvuliga tungt í sjónum.
Hjá Juliani Johnsson og ÍA glapp tað rættuliga sunnudagin. Teir vóru norðuri á landi, sum tað plagar at verða tikið til, og stríddust við KA á Akureyri. Stríddust er kanska at taka í so rívan til. ÍA trumlaði alla mótstøðu niður. Teir vunnu 5-0. Hjá KA stendur ikki væl til. Hetta var fimta ferðin á rað, at teir einki stig fingu burturúr. Hjá ÍA var talan um sannan lætta. Teir hava kiksað í fleiri uppgerðum, tá ið onnur botnlið hava verið mótstøðulið.
Sunnudagurin gjørdist eyka góður hjá ÍA, tá ið fleiri av kappingarneytunum ikki fingu fulla úrtøku. Meistaraliðið KR hevði vitjan av ÍBV, og tað endaði 0-0. Heldur einki mál kom, tá ið oddaliðið FH á Hafnafirði hevði vitjan av Víkingi. Keflavík vann 4-2 á Fylkir. FH er framvegis oddalið. Munurin aftur til ÍBV er framvegis tvey stig, og nú eru fýra stig aftur til Fyulkir og ÍA, sum bæði hava tjúgu stig. Dysturin í gjárkvøldið millum Fram og Grindavík var tann síðsti í trettanda umfarinum.









